Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Grasagarður er álagdur við hybridgrasi, sum er eitt eyðsæð val í mun til at fáa bæði tað grøna úttrykkið í miðbýin, eins og fyrimunin við kunstgrasi, sum er eitt trygt fallundirlag undir spælielementunum. Harumframt er hybridgrasið við til at styrkja og verja natúrgrasið, soleiðis at hetta fær bestu vakstrarumstøður og spæliplássið fær eina grøna og væl vaksna fløtu.

Í Grasagarði er enn bert hybridgrasið álagt, tí ikki hevur verið møguligt at sáa í vetur. Grasagarður verður stongdur í 2 vikur og sátt verður beinanvegin tann 8. mai, soleiðis at grasið á best møguligan hátt kann koma fyri seg. Í sambandi við tílík arbeiði, har sáast skal í hybridgras, verða øki vanliga stongd í eitt longri tíðarskeið (4-6 vikur), so tvær vikur er avgørt í minna lagi, men tískil avgjørt neyðugt.

Gróðurseting er harumframt ein liður í verkætlanini, og grundað á, at ikki hevur verið møguligt at planta í vetur, so er avgjørt at gera hetta arbeiðið nú, meðan Grasagarður verður stongdur í tvær vikur. Samstundis verða nakrir smærri manglar og onnur smáarbeiði gjørd, so garðurin stendur tryggur og vakur í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo