Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum er júst blivin almen. Umleið 3.000 føroyingar eru ein partur av kanningi, og tí má sigast, at úrslitið má takast í størsta álvara, tá umleið 6% av íbúgvunum eru við í kanningini.

Kanningin vísir nógv ymisk úrslit um fólkaheilsuna hjá føroyingum, men eingin ivi skal vera í, at summi av úrslitini eru meira ørkymlaðandi enn onnur.

Í Sinnisbata eru vit mest av øllum upptikin av, hvussu føroyingar hava tað sálarliga, og hvussu vit kunnu arbeiða sálarheilsufremjandi og á tann hátt kann virka fyribyrgjandi í at fólk gerast sálarliga sjúk. Nýggja fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum er tí sera ørkymlandi og lítið hugaligur lesnaður.

Kanningin vísir, at serliga ung í Føroyum hava tað torført sálarliga, og enntá verri, um vit samanbera okkum við onnur norðurlond. Hetta er ikki nakað vit í samfelagnum, landspolitiskt og kommunalt, kunnu síggja burtur frá. Um hesi tølini samsvara 1:1 við veruleikan, so merkir hetta, alt annað líka, at har er nakað, sum ikki er gjørt rætt, í mun til hvussu vit hava sett okkara samfelag saman. Okkurt er skeivt í okkara politisku raðfesting.

Vit vita frá tølum og kanningum úr londum vit samabera okkum við, at sálarligar sjúkur eru størsta sjúkrabyrðan millum ung, og altjóða heilsustovnurin WHO vil vera við, at tunglyndi fer at vera størsta sjúkrabyrðan í heiminum yvirhøvur í 2030. Somuleiðis vita vit út frá donskum kanningum, at helvtin av øllum sálarligum sjúkum taka seg upp hjá teimum ungu áðrenn 14 ára aldur og 75% áðrenn 24 ára aldur. Hetta eru tøl, sum eru til at taka og føla uppá.

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum sigur okkum millum annað, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Tað eru tey lesandi, sum kenna seg mest strongd og talið er heilt uppi á 48%.

Tað er ikki eitt loyndarmál, at psykiatriska økið als ikki er raðfest nóg høgt politiskt, hóast økið er raðfest munandi hægri seinnu árini. Har er langt á mál.
Altjóða heilsustovnurin metir, at psykiatrisk viðgerð í heilsuverkinum í Europa fyllir 20%, hóast psykiatriska økið í fíggjarætlanum í miðal er umleið 5%. Hetta merkir, at trupulleikin ikki bara er her í Føroyum, men tað er ein heimstrupulleiki, sum vit mugu taka í álvara. Úrslitið av manglandi raðfesting og fyribyrging síggja vit nú og koma at síggja meira til tað framyvir, um ikki við gera okkurt munagott beinanvegin. Kommunur og landið, stovnar og feløg í felag. Tað ber ikki til at siga tað ov ofta. Talan er ikki bara um væntandi viðgerð og tilboð á psykiatriska deplinum, langa bíðitíðir og manglandi starvsfólk. Tað er allan vegin ígjøgnum, at vit mugu seta inn. Fleiri ressoursir mugu gevast til økispsykiatriina, sosialpsykiatriina og aðrar stovnar og feløg, sum arbeiða sálarheilsufremjandi.

Ein samskipandi eind má vera, so myndugleikar, stovnar og feløg, sum veita tilboð og ráðgeving, tosa betri saman og hava eitt felags útgangsstøði, so tey ungu kunnu loftast nógv skjótari. Vit eru komin væl ávegis við nýggja tilboðnum, sum herfyri bleiv einmalt samtykt í Løgtinginum, ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung millum 15-35 ár. Men tilboðið kann ikki standa einsamalt í royndini at hjálpa uppundir sálarheilsuna hjá teimum ungu. Tilboðið er ætlað teimum, sum longu eru blivin sjúk av angist og tunglyndi. Vit mugu forða fyri, at tey ungu koma har út, at ein diagnosa at hesum slagið er neyðug. Vit mugu fyribyrgja og hava ein felags leist fyri, hvussu vit best møguligt lofta teimum ungu. Fyrbyrging er lykilin.

Hjá Sinnisbata síggja vit, at nógv av teimum ungu, sum fáa ráðgeving, hava avbjóðingar við at handfara gerandisdagin, føla einsemi, hava trupulleikar við familju og vinum og hava sum heild hava torført við at liva eitt ungdómslív, sum kann rúma nógvum avbjóðingum. Hjá teimum ungu, sum liva í heimum, har avbjóðingar framanundan eru, so sum rúsdrekka og rúsevnir, harðskapur, álvarsligar sjúkur og kynsligur ágangur, eru avbjóðingarnar bara uppaftur størri. Hesi ungu eru serligt útsett fyri at fáa sálarligar avbjóðingar í lívinum - og vit skylda teimum ungu, at gera alt vit kunnu fyri at lofta teimum áðrenn, tey gerast viðgerðakrevjandi.

Tað ikki bara verjir nógvum fólkum frá avbjóðingum og ringum lívsumstøður í framtíðini - tað er eisini at spara samfelagnum fyri stórum fíggjarligum útreiðslum. Og samfelagið er vit - tað er tú og eg!

Laura Apol
aðalskrivari í Sinnisbata

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo