Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í farnu viku vórðu 140 fólk uppsøgd á Glyvrum og 11 ársverk spard í KvF.

Tíðindadeildin í KvF fekk nýggjan leiðara, Katrina Petersen.

Hon var KvF-journalistur, organiskur veltari og skrivari í Tjóðveldi (sjálvsagt).

Sovjet hevði Pravda, Islam hevur Al-Jazeera, USA hevur MSNBC, og Føroyar hava tíðindadeildina í KvF.

Rógvi Olavson, stýrisform. í KvF, er rísin, tí KvF hevur ikki ráð til 100 ársverk.

KvF kostar skattgjaldarum minst 80 mió kr árliga.

Tað svarar til 1 mió kr pr. starvsfólk. T.e. 3.000 kr árliga í miðal pr. føroying.

KvF-rokningin fylgir skattinum. Lítil skattur, lágt KV-gjald og øvugt.

Bert 40 mió kr av teim 80 mió fara til at gera sendingar.

Rógvi físir, at føroyingar skilja ikki ‘Public Service’ (almennar tænastur?).

Landstýrið sigst hava kreppufund um hesi 11 ‘spardu’ ársverkini.

Sundstein(y) saknar kreppufund um 140 uppsøgd á Glyvrum av tøkugjaldi.

Kunnu onnur, hjá Luna, MOWI og trolarum eystanfyri, vænta sekkin?

Teimum bjargar landstýrið neyvan størvum hjá. Tey bara føða føroyingar.

Tað er sum i 90-kreppuni. Tá skapti eitt ‘spart’ alment starv meiri goragang í Sortudíki enn 100 fiskimenn og flakafólk uppsøgd úti um landið.

‘Byggja land’ í Sortudíki
Rógvi Olavson kallar misnøgd hjá KvF-gjaldarum ‘sjálvdestruktiva’.

Hann heldur, at uppgávan hjá Sortudíki er at ‘byggja land’, ‘hava eftirlit við politisku skipanini o.ø. valdsharrum’ og ‘at avdúka órættvísi’.

Vit rinda fyri ‘fakliga grundað viðlíkahald av føroyskari mentan’, skrivar hann.

OK. Men skal KvF ikki akta somu fíggjarreglur sum einstaklingar og virki, spyrja vit?

Ein og hvør kann ikki krevja meiri løn og so fáa hana eftir kreppufund?

Rógvi letst harmast, at aðrir fjølmiðlar eru fánaður burtur farnu árini.

KvF fær 80%, øll hini fáa bert 20% av øllum miðlainntøkum árliga.

Tað er ov lítið, men miðlastuðli hevur verið trupult at finna loysn á.

Breitt útboð av sendingum
Olavson hevur rætt í, at KvF hevur eitt sámuligt útboð av senditilfari.

Og at hyggjarar/lurtarar velja sendingar eftir persónligum áhuga.

Náttúra, mál og mentan fáa sína rúmd og sjóða fólkið saman.

(Apropos: Kann Málteigurin ikki noyða KV-fólk at læra mun á ‘–ir’ og ‘–ar’ í hvør- og hvønnfalli kallkyni (nú eisini í kvennkyni!) fleirtali? Tey tosa barnamál).

Alskyns konsertir, gudstænastur, kristiligir og almennir fundir eru nógv av.

Ítróttin hevur rúmar ræsur og er eisini partur av okkara samleika.

SV-dokumentarar eru besta frálærutilfar til føroyska søgu.

Tyngri og lættari tónleikur trýtur ikki, enntá Ragnarrock og Leitistein.

Vit stórfegnast um, at savnsgullið er bjargað í bandasavninum.

Ja, flestu eru sum heild nøgd við KvF, og øll hvíla oyruni við at sløkkja.

Eingin sleppur tó undan at rinda KV-gjaldið.

Fyrr bleiv tað kravt inn av Fútarætti, løgreglu og dómstólum.  

Nú verður tað gjørt um skattin og afturhaldsskipanina. So deiliga lætt.

Misnøgd við lagghall tíðindi
Olavson mól sum ketta um heitan greyt. ‘Greyturin’ er Tíðindadeildin hjá KvF.

Eyðvitað, tí hon er so lagghall politiskt, at eitt og hvørt skip hevði koppað.

Tann andbráði Rógvi sigst vera ráðgevi á toppstigi í Tinganesi.

Hann er ov ungur til at kenna politisku fortíðina hjá tíðindadeild KvFs.

Nakrir av teim ‘salvaðu’ tiðindaberunum inn og út um svinghurðina í Sortudíki eru:

Niels Juul Arge, Jógvan Arge, Magni Arge, Uni Arge, Finnbogi Ísakson, Hans J. Debes, Árni S.F. Joensen, Øssur Wintereik, Tróndur Djurhuus, Bogi Godtfred, Jóhann Mortensen, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen, Høgni Hoydal, Liljan Weihe, Barbara Holm, Beinta Løwe, Jan Lamhauge, John Johannesen, Uni Holm Johannesen og nú aftur Katrin Petersen.

Nøkur av nevndu eru javnaðar-, men tey flestu tjóðveldissosialistar.

Fleiri hava miðvist brúkt KvF sum lopfjøl til egnu politisku starvsleið á Tingi.

Flestu eru genetiskt programmerað til sosialismu og lósu samfelagsfrøði.

Politiskir aktivistar. Ideologiskir meiningatrúttarar við messiaskompleksi.

Hesi liva av ‘public service’, fíggjað um skattin hjá palleba og marionnu.

Borgarligir føroyingar arbeiða ‘vátt, kalt, skitið’ og gjalda alt ‘public service’.

Libanon hevur Hezbollah. Gaza hevur Hamas. Kanska eru Føroyar ikki so illa fyri kortini, her tað nærmasta hóast alt er so frægt sum Tjóðveldi. Tað er nú væl sloppið!

Indoktrinering meiri enn upplýsing
Hygg at tí fagurlátna, lógvanarrandi John Johannesen á skíggjanum.

Slík ætla  heldur at indoktrinera enn upplýsa KV-gjaldaran.

Tey reka fram undir, at tey, ið ‘byggja land’, kradda sær landsins tilfeingi.

Tey trútta niður í fólk, at tey ágrýtnu, ið arbeiða og tjena nógv, snýta hini.

Tíðindadeildin í KvF er klekingarstøð fyri teirra avlagandi fordómar.

Teirra sosialistiska mál er politiskt vald við niðurjavning og niðurbinding.

Fólkið skal avkristnast. Eingi virði, góð ella ónd, røtt ella skeiv, liggja føst.

Øll virði eru subjektiv og eingi objektiv. Hvør hevur rætt til sín sannleika.

Mín sannleiki er altíð betri og rættari enn tín, ja hin einasti rætti.

Tíðindafólk (og vinstrahallir politikarar) trumfa sínar broytingar í verk.

Alt rópar niður í og upp úr somu ekkótunnu.

Tey útvaldu 2-300 (íroknað viðmerkjarar) umboða eisini okkum 54.800.

Tey leggja vinnulívið, ið framleiðir allan útflutningin (13 mia kr árliga) undir illgruna fyri at hava drigið inn undir seg ‘ogn Føroya fólks.’

Aftur allegoriski munurin millum ‘kúgarar’ og kúgað’. Sum ísraelar og palestinar.

Jú fleiri kúgað ‘offur’ eru, jú sterkari standa vinstraflokkarnir.

Men Føroyar hava heimsins lægsta ‘gini-koefficient’ (22). Slá tað upp á Google!

Tað merkir heimsins minsti munur millum hægstu og lægstu inntøkur.

Hví ikki eitt kis um hetta metið? Tí tað passar ikki í sosialistiskt kramm.

Men hav ongan ekka, Olavson
Olavson veit, at 80% av øllum vesturlendskum journalistum eru vinstrahallir

80% av øllum lærarum á vesturlendskum universitetum eru neo-marxistar.

Man slagsíðan á bakborð vera stórt minni á Setrinum og Glasi?

Tí halda mong lesandi í Vestanlondum við Hamas og Hezbollah, ið eru 7. øld, harðskapur, heidni, barbarí, jungla og oyðimørk, ímóti demokratiska nýtíðar Ísrael.

M.a. tí eru okkara komandi ‘salvaðu’ ein orsøk til undirgang Vesturlanda.

Tí missa fleiri og fleiri lurtarar/hyggjarar álitið á tíðindaberar í miðlunum.

Men óttast ikki, tú salvaði ‘public service’ byrokratur og KV-formaður.

Tínir vinstravendu partamenn á Tingi og í Landstýri fingu ein hvøkk í vikuni.

Ikki av uppsøgnum í 100-tali av fólki, ið skapa landsins virði við arbeiði.

Nei, men ‘Spyr’kanningin (18-15) leyp hvøkk á ½ av fólksins valdsharrum á Tingi.

Sjálvsagt játtar samgongan sínum ‘andingartóli’ í Sortudíki meiri pening.

KvF skuggabannar ikki tey tingfólk, ið játta so frægt til tíðindadeildina í KvF, at eingin verður spard/ur burtur.

Ideologiski dansurin í Sortudíki heldur fram.

Katrin Petersen og Rógvi Olavson skipa vælferðarvísur í KvF.

Tær snúgva seg um út-og niðurjavning av ‘public service’ skattapeningi.

Anfinn Olsen, Christian Martin, Hanus í JFK, Varðamenn, Mortan hjá Kaj, Regin á Bakka, Atli G, Hans Jákup í MOWI, Tummas á Skansa, føroyskir fiskimenn, Palleba og Marsannu í 1000-tali gjalda fyri tíðindaekkóið frá m.a. Hamas úr Sortudíki.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo