- Wagner-leiðarin Jevgenij Prigozjin var «ein drápsmaður» sum eingin hvítarussari fer at sakna, sigur hvítarussiski andstøðuleiðarin Svetlana Tikhanovskaja.
Orðini hjá Tikhanovskaja vóru løgd út á sosialar miðlar eftir at tað gjørdist kent, at Wagner-leiðarin eftir øllum at døma doyði í flogvanlukku mikukvøldið.
– Tann kriminelli Prigozjin verður ikki saknaður í Hvítarusslandi. Hann var ein drápsmaður, og tað er soleiðis vit skulu minnast hann. Hansara deyði kann gera at Wagner fer út úr Hvítarusslandi, so hóttanin móti okkara landi og okkara grannum minkar, sigur Tikhanovskaja sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo