* : 11 september 1938 † : 17 august 2023
Vit fara hervið at minnast Hákun Thorkildshøj við takksemi fyri tað stóra arbeiðið hann gjørdi fyri Kiwanis Tórshavn tey nógvu árini, hann var limur.
Hóast kropsliga darvarður, so møtti Hákun altíð væl upp til tey tiltøk, vit høvdu. Hann var ógvuliga stillisligur og høviskur og ikki ein maður av nógvum orðum, men tá hann tók orðið, varð lurtað væl, tí tá hevði hann veruliga nakað upp á hjartað.
Hákun vaks upp á Borðini, tí abbi hansara fyrst gjørdist vitapassari har og síðani pápin, Niklái. Abbin á Nesi fekk sum uppgávu at passa vitan á Garðsenda á Toftum, sum varð tendraður sama dag sum vitin á Borðini í 1893. Í 1924 var starvið sum vitapassari á Borðini tøkt, og abbin søkti og fekk tað starvið, meðan sonurin, Niklái, pápi Hákum fekk starvið at passa vitan á Garðsenda.
Í 1939 fór abbin frá sum vitapassari á Borðini, og Niklái – pápi Hákun – tók yvir eftir hann. Hákun var tá bara ársgamal, tá familjan flutti út á Borðina. Tey vóru seks systkin, tríggjar systrar og tríggir beiggjar, har Hákun var tann fjórði í systkinaflokkinum.
Uppvøksturin á Borðini var góður, og stóra tíðsfordrívið var at fara í bát, tá veðrið var gott. Hetta greiddi hann millum annað frá í eini sending við Tóri á túri saman við tveimum systrum. Tey høvdu ein góðan uppvøkstur á Borðini, har tey trivust væl.
Hákun var eisini musikalskur og spældi harmoniku. Hetta var ein fín harmonika, tí einaferð var hon send heilt til Italiu at verða umvæld frá grundini av.
Í sínum sivila arbeiði var Hákun nærum alt sítt arbeiðslív starvsettur innan tað almenna. Í nógv ár var hann tað, sum rópt varð pantifúti, men tey seinnu árini áðrenn hann gjørdist pensjónistur, var hann deildarleiðari á Gjaldstovuni.
Hákun var giftur og átti fýra børn, sum minnast gott aftur á pápa sín, tí hann var so róligur og fittur pápi. Nýttist ikki at heva røddina fyri, at tey skuldu lurta eftir og gera, sum hann ynskti.
Hann misti konuna, sum var ættað úr Sandavági, fyri nøkrum árum síðani, og eftir hetta flutti hann í eina av íbúðunum á Boðaneshamri, men tey síðstu árini búði hann á Boðanesheiminum.
Kiwanis vil hervið lýsa frið yvir minnið um Hákun Thorkildshøj og takka honum fyri tað stóra og góða arbeiði, hann gjørdi fyri felagsskapin.
Kiwanis Tórshavn
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo