Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Røddin er tagnað, seinasti fjørðurin rógvin og árarnar lagdar inn. Tung vóru boðini, nú mín lívsgóði vinur, Hannis í Hesti, fór um sýn nýggjársaftan. Hetta høvdu vit ikki væntað, nú vit skuldu inn í eitt nýtt ár við nýggjum vónum og nýggjum ætlanum fyri tað komandi.

Hannis og eg hava kenst frá ungum árum, tá ið vit komu í læru og starvaðust saman á maskinverkstaðum hjá Wenzel Petersen. Hann var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við, og ikki minst var hann hollur í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning.

Kappróður var størsta ítriv hjá Hannisi, fyrst umborð á Havnarbátinum og síðani sum ein tann drúgvasti í Róðrarsambandi Føroya. Árini frá 1974 til 1979 róði hann við Havnarbátinum, sum vann føroyameistaraheitið øll hesi árini.

Vit eru fleiri róðrarvinir, serliga frá tíðini við Havnarbátinum, sum næstan í eina hálva øld hava havt óteljandi og ógloymandi góðar løtur saman á báti, á stevnum og í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Samanhaldið hevur verið gott øll árini, og framvegis hittast vit, men nú kunnu vit ásanna, at saknurin verður stórur, nú Hannis ikki er millum okkum meira.

Tá ið Róðrarsambandið varð sett á stovn í 1980, var Hannis ein av undangongumonnunum og kom í nevndina, har hann sat í samfull 25 ár, harav tey seinastu tíggju sum formaður. Sostatt var hann við til at gera allar tær stóru broytingarnar, ið hava myndað kappróðurin til tað, hann er í dag.

Eisini var Hannis høvuðsdómari í mong ár, bæði úti á startinum og seinnu árini inni á málinum. Hartil var hann manga stevnuna at hoyra í útvarpinum við sínum viðkomandi viðmerkingum um róður, manningar og kappróður í síni heild, og eisini visti hann frá mongum at siga um kappróðrarsøguna upp gjøgnum árini. Henda røddin er nú tagnað.

Hannis var ein arbeiðssamur maður, sum altíð var í sving við maskinarbeiði á okkara skipaflota ella í landi. Tórshavnar Maskinverkstaður var ein góð og álítandi fyritøka, sum Hannis livdi fyri við lív og sál.

Seinnu árini hevur Hannis starvast á maskinverkstaðnum hjá Tórshavnar kommunu, og heldur ikki har hevur hansara partur ligið eftir. Ein stórur saknur verður tað hjá tykkum á verkstaðnum, nú Hannis ikki er saman við tykkum meira.

Hannis var hestmaður burturav og fylgdi sera væl við øllum harúti. Serliga siglingarleiðin millum Hest og Gomlurætt hevði hansara áhuga, so bøtast og betrast kundi um trivnaðin og arbeiðið úti í Hesti.

Hartil var hann bóndasonur, so hann visti alt um øll hesi viðurskifti, hóast lívsleið hansara fór annan veg, tí hugurin stóð til handverk og maskinur. Úti í Hesti vóru tað systkin og nú sonurin, ið tóku yvir.

Hannis hevur øll árini verið mær ein trúfastur og góður vinur. Vit høvdu felags áhugamál – trøð, seyð og fletting, og ikki minst gamla Havnarbátin, sum vit hava varðveitt til dagin í dag. Vinmenn og manning hava hitst til tiltøk ella tá ymisk tøk skulu takast, og hetta er og hevur verið serstakliga góður vinskapur, ikki minst takkað veri Hannisi.

Hannis var giftur við Hallgerð, og tey settu búgv uppi í Brobbersgøtu og eiga trý børn, Jógvan, Beintu og Hugo. Saknurin verður stórur hjá tykkum, tí Hannis var fevnandi og familjukærur, so eftir hann stendur nú eitt tómt pláss, men samstundis eisini eitt ríkidømi av heitum og góðum minnum.

Góðu Hallgerð, Jógvan, Beinta og Hugo við familjum! Jesus pápi hjálpi tykkum og okkum øllum í sorgini, nú Hannis so brádliga andaðist.

Hvíl í friði, góði Hannis! Takk fyri tín vinskap og trúskap, sum eg ongantíð fari at gloyma!

Heðin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo