Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tann 17.01.1929 bleiv hesin fitti og høgtelskaði gubbi borin í heim, so í dag hevði hann fylt 89 ár.

Men tann 30.03.1991 skramblaði mín verð saman.

Telefonin ringji og eg taki telefonina.

Daman í rørinum spyr, um hon kann tosa við mammu.

Tá mamma so var liðug at tosa, fekk eg tey sjokkboð, at tú vart farin heim til Harran, bert 62 ára gamal.

Eg fekk nøkur góð og dýrabar minnir samman við tær, góði ommubeiggji og gubbi, ja, ella gubbi Dia, sum eg plagdi at kalla teg.

Mminnist tá eg byrjaði í skúla, tá komst tú ofta eftir mær, um tú ikki vart til arbeiðis, har leiðin gekk niðan í sms og eg minnist, at eg altíð fekk ein ís frá tær.

Onkuntíð slapp eg eisini við tær til arbeiðis, tað elskaði eg.

Eitt eg minnist sera væl er, at eg ynksti mær eitt kasettuband av Sínum von Konoy, men tú segði bums nei.

So at spyrja mammu, tað gekk betri og eg fekk eitt band frá mammu. 

Seinni um kvøldið, tá tú kemur heim, minnist ikki akkurát, hvar tú hevði verið, men trúgv tí ella ei, so komst tú so fittur tú vart og gav mær eitt kasettuband av Símun von Konoy, just tað sum tú fyrr uppá dagin hevði sagt nei til, so nú átti eg 2 bond.

Eg sakni teg so nógv, mín gubbi Dia, og eg hugsi nógv um teg.

Serliga á hesum degi tann 17. januar.

TÚ ERT OG VERÐUR ONGANTÍÐ GLOYMDUR, MEN ALTÍÐ Í HJARTA MÍNUM GOYMDUR.

Jane

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo