40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjúrður Skaale: Skannarin er ein nýggj, kærkomin grein á føroyska miðlatrænum.

Vertir eru Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Í nýggjastu útgávuni tosa tey m.a. um, at tað gongur alt ov leingi áðrenn fólk verða dømd í rættarskipanini, og bæði siga sum við ein munn, at ”har má ruddast upp”.

Tey hava áðrenn tað nevnt ymist, sum valevni til fólkatingið hava lovað, og sum er av tí meira popputa endanum. Kanska mest til at grína at. Tey nevna psykolog-málið hjá Tjóðveldinum og X-faktor-málið hjá sambandinum.

Bíðitíðin í rættarskipanini er hinvegin eitt mál, sum eigur at verða tikið upp. Tað er jú brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á.

”Hatta kundi fólkatingsvalevnini tikið upp”, sigur Brynhild.

Tí hevur hon rætt í.

Og tað hevur Javnaðarflokkurin sanniliga eisini gjørt.

Eg havi sum fólkatingsmaður tosað við nógv fólk, sum eru komin illa fyri av hesi bíðitíðini. Eg havi, við støði í teirra royndum, reist málið í eini røð av spurningum til stjórnina.

Eg havi eisini sett tað á skrá sum eitt serstakt orðaskifti á Fólkatingi.

Og eg havi eisini orðað eina viðtøku, sum áleggur stjórnini áhaldandi at virka fyri at fáa sytt tíðinar frá skuldseting til dóm. Viðtøkan bleiv samtykt.

Sí brot niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo