Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: 1. oktober 2023 komu kunngerðirnar um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum og COVID-19 í gildi.

Endamálið við koppsetingunum er at verja persónar, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk.

Influensa
Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri influensa eru fólk, sum hava fylt 65 ár, fyritíðarpensjónistar, fólk í vandabólki fyri at gerast álvarsliga sjúk um tey fáa influensa, ávís starvsfólk á heilsu- og røktarøkinum umframt børn í aldrinum 2-6 ár. Koppsetingin fer fram hjá kommunulækna.

Tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett við at rinda fyri koppsetingina.

COVID-19
Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19 eru fólk, sum hava fylt 65 ár, fyritíðarpensjónistar, fólk í vandabólki fyri at gerast álvarsliga sjúk um tey fáa korona og ávís starvsfólk á heilsu- og røktarøkinum. Koppsetingin fer fram hjá kommunulækna ella á apotekum.

Tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett við at rinda fyri koppsetingina.

Kikhosta koppseting til barnakonur
Nú fáa fleiri barnakonur tilboð um ókeypis koppseting fyri kikhosta. Barnakonur kunnu verða koppsettar frá 24. barnsburðarviku at rokna. Hetta er ein broyting samanborið við verandi tilboð, tá barnakonur fingu hetta tilboð frá 28. viku. Landslæknin mælir til, at barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta, tí tað verjir óføddu børnini. Koppsetingin fer fram hjá kommunulækna.

Í báðum kunngerðum eru nærri ásetingar um hvørjir persónsbólkar og starvsfólkabólkar innan heilsu- og røktarøkið eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting.

Kunngerð um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð um ókeypis koppseting fyri COVID-19

Nærri kunning um koppsetingarnar í heyst og vetur fæst eisini á www.heilsutrygd.fo ella við at venda sær til egnan kommunulækna.

Á www.korona.fo er leinkja til bókingarskipanina til COVID-19 koppsetingarnar á apotekunum umframt yvirlit yvir kommunulæknarnar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo