So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022 er latiðlandsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Við støði í umsitingarætlanini frá 6. mai 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.

Á Føroyabanka hava fleiri vinnuligar royndir verið gjørdar í 2019 - 2021. Úrslitini frá hesum royndum vísa, at tað er framvegis sera lítið at fáa av toski í mun til onnur fiskasløg, men at tað eru stórar nøgdir av hýsu og longu á Føroyabanka.

Fyri at gagnnýta hetta tilfeingið mælir Havstovan til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka. Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans.

Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

Les tilmælið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo