40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

VP bað um innlit í eftirlønir hjá løgtingsfólkum, tingformonnum og landsstýrisfólkum, og fyrst at svara var Løgtingsskrivstovan viðvíkjandi løgtingsfólkum og løgtingsformonnum.

Les grein: 46 tingfólk fáa útgoldið eftirløn frá Løgtinginum

Tað var Løgmansskrivstovan sum fekk innlitsumbønina viðvíkjandi landsstýrisfólkunum frá VP, og nú hevur Løgmansskrivstovan svarað umbønini.

Svarið er soljóðandi:

- 14 fyrrverandi landsstýrisfólk fáa eftirløn umframt 4 eftirsitandi hjúnarfelagar hjá fyrrverandi landsstýrsisfólki. Í alt eftirløn til 18 persónar.

- Lægsta gjaldið um mánaðin í eftirløn er kr. 5.376,-  og hægsta eftirløn um mánaðin er kr. 38.305,-

- Gjaldið fyri øll 18 fólkini um mánaðin er kr. 340.777,-

Út frá samlaðu tølunum, so fáa fyrrverandi løgtingsfólk, landsstýrisfólk og løgtingsformenn umframt eftirsitandi hjúnafelagar tilsamans útgoldnar 1.078.176,17 krónur í eftirløn um mánaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo