Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin 29. september er altjóða ST-dagur fyri tilvitan um matvørusvinn- og oyðsl. Í hesum sambandi bjóða Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Slow Food Føroyar til burðardyggan hugna í Posthúskjallaranum við framløgum, mati og tónleiki.

Tiltakið er ókeypis og gongur fyri seg í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 í Tórshavn. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin

Kl. 17.00
Umboðið fyri Slow Food Føroyar bjóðar vælkomin

Kl. 17.10
Malene Fisker Waag, kondittari á Hotel Brandan, bjóðar ískaffi og køku úr avlopsvøru frá Hotel Brandan.

Kl. 17.20
DJ Übernörd diskar diskotónleik, og vit byrja at skera grønmeti.

Kl. 17.40
Rógvi Mikkelsen, hotelleiðari á Hotel Brandan, greiðir frá góðkenningini Grøni Lykilin og hvat Hotel Brandan ger fyri at minka um matoyðsl.

Kl. 18.00
Grønmetið fer í súpanina

Kl. 18.10
Ejler Johannesen, marknaðarføringsleiðari hjá P/f Poul Hansen og Á-handli, fortelur um appina Too Good To Go og onnur átøk, ið hava til endamáls at minka um matoyðsl.

Kl. 18.40
Súpanin verður borðreidd.

Kl. 19.20
Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, kunnar um matoyðsl í Tórshavnar Kommunu og um evnið fyri komandi umhvørvisvikuna.

Kl. 20.00
Tiltakið endar, og fólk kunnu taka sær avlopsgrønmeti og kjøtbein heimvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo