Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini, mælir til:

* at tímatalið eigur at verða hækkað
* at allir næmingar í hádeild eiga at hava møguleikan at velja eina handaliga ella listarliga lærugrein.

Handaligu lærugreinirnar fata um, sang, tónleik, myndlist/tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleika. Kravda tímatalið í 1.-7. flokki er 25 tímar tilsamans. Samanbera vit tímatalið við t.d. Danmark, so er kravda tímatalið í somu lærugreinum 32 tímar og í Finnlandi 35 tímar.

Um vit samanbera handaverk og list og ítrótt, so er ítróttur kravd lærugrein í 1.–9. flokki, har tímatalið í 1.–7. flokki er 13 tímar, meðan tímarnir í handaverk og list skulu býtast millum tær 5 lærugreinirnar í handaverk og list, so har er ikki nógv í part til hvørja lærugrein.

Tí kunnu vit siga,  at handaligu og listaligu lærugreinirnar hava ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo