Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tá ið tingformaðurin sigur hvør hann er, í seinastu (burtur)forkláringini, hví hann ikki fer umborð á Dannebrog til ein betri bita, so tosar hann ikki um at hann er løgtingsformaður, men at hann er "fólkavaldur føroyskur lýðveldismaður":

- Eg eri ein føroyskur lýðveldismaður, og sum fólkavaldur, er ein av allar størstu uppgávum at vera trúgvur móti tínari sannføring, uttan mun til hvat trýst tú verður settur undir, ella hvørjar freistingarnar kunnu vera.

Men veit Páll á Reynatúgvu tað ikki, so hevur hann bara ein hatt á høvdinum, og tað er, at hann er løgtingsformaður. Og løgtingsformaður er hann allan sólarringin, og tí eigur ein løgtingsformaður at umboða Føroya Løgting og Føroya fólk og ikki persónligar hugsjónir. 

Ein av nýggju grundunum, at "føroyski fólkavaldi lýðveldismaðurin" ikki fer umborð á Dannebrog er nú, at dóttirin skal spæla steypafinalu:

- Skal dótturin hjá tær ikki spæla steypafinalu tá, spurdi ein vinmaður meg nú ein dagin? Jú, segði eg, og tað er praktiska orsøkin til at eg ikki fari til døgurðan umborð á Dannebrog leygardagin 25/8.

Møguliga veit "fólkavaldi føroyski lýðveldismaðurin" tað ikki, men so átti løgtingsformaðurin at vita, at Krúnprinsurin eisini er limur í Olympisku nevndini, IOC, har Føroyar hava roynt at fingið limaskap, og hevði ein døgurði umborð á Dannebrog tí kunna tænt Føroyum, um tingformaðurin møtti upp og fekk lagt eitt gott orð inn fyri Føroyar, og takka fyri heiðurin at verða boðin umborð á Dannebrog av IOC-liminum Fríðrikki Krúnprinsi.

Les forkláringina her

Onkur hevur skotið upp uppskot um misálit á tingformannin, men tað ber ikki til sambært Stýrisskipanini:

Stk. 3. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo