Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í gjár, 17. juni, var próvhandan á Dugna skúlanum við Áir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var boðin at halda røðu til hátíðarhaldið, har 15 næmingar fingu 9. floks prógv.

Í røðuni segði hon m.a. annað:

- At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving er eitt tað týdningarmesta, vit sum samfelag kunnu gera. Tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram. Útbúgving er leiðin at fara, vilt tú røkka tínum dreymum. Tá lívið stundum gerst tungt, snávingarsteinar eru á vegnum, og tá lívsleiðin ikki er so snórabein, sum vit kundu hugsað okkum, kunnu skúli og siðbundin undirvísing tó illa standa einsamøll.

Tað var ein sera væleydnað próghandan, har m.a. Lena og Niclas eisini sungu nakrar sangir. Stig Eltør, skúlaleiðari, eigur myndirnar. Les alla røðuna niðanfyri.

Les meira + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo