Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kringvarpið: Evnini “Veiðigjøld” og “Vegurin inn í vinnuna” er tað, sum stendur á skrá í einum kjaki í aulini á Skúlatrøð í kvøld frá klokkan 19 til 20:30, sum verður sent beinleiðis í Kringvarpinum.

Vanliga verður skipað fyri Torradøgum í Klaksvík hesa ársins tíð og sum fiskivinnukjakið er partur av. Í ár eru Torradagarnir tó avlýstir, men skipað verður fyri kjakinum kortini. Munurin er, at eingir áskoðarar eru, men tú kanst seta fólkunum í panelinum spurningar her.

13 fólk eru við í kjakinum, bæði politikarar, vinnulívs- og fakfelagsfólk. Øll verða ikki í panelinum samstundis, tí kjakpanelið verður skift út so líðandi. Alt eftir, hvat kjakið snýr seg um. Jón Brian Hvidfeldt er vertur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo