Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tjaldur: Árið 2023 gjørdist eitt gott ár fyri vinnufelagið Tjaldur.

Fyri samtakið gjørdist úrslitið kr. 134 mió. áðrenn skatt og kr. 119 mió. eftir skatt.

Samlaða sølan í samtakinum var omanfyri kr. 1,8 milliard, og starvaðust omanfyri 400 fólk í feløgnum, ið Tjaldur hevur týðandi leiklut í.

Um úrslitið og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen (myndin), stjóri “Okkara visjón í Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av. Saman við okkara leiðslutoymum, stremba vit eftir tí hvønn dag, og er úrslitið í fjør eitt gott dømi um dygdargott arbeiði av starvsfólkunum og leiðslutoymunum í okkara dóttirfeløgum”.

Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir. Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo