40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi hevur júst havt floksting. Í fráboðan eftir flokstingið hevur Tjóðveldi sent út eitt harmaljóð um ymiskt, ið ikki eydnaðist undir fyrrverandi samgongu.

Millum annað "harmast" flokkurin um at tað ikki eydnaðist at lyfta lønina innan tey ymisku kvinnufakini.

Í yvirlýsingini frá flokkinum verður sagt:

- Vit skulu tryggja sosialt fullveldi við at skapa rættvísari lønarviðurskifti og javnstøðu við at lyfta láglønarbólkar. Bæði fast- og tímalønt, námsfrøðingar, hjálparfólk, heilsurøktarar, vaskifólk, og starvsfólk innan røkt og sosiala økið sum heild. Ikki minst sjúkrarøktarfrøðingar, sum í løtuni stríðast fyri rættvísari løn.

Ikki hissini lyfti at bjóða, nú flokkurin situr í andstøðu.

Man Tjóðveldi hava gloymt hvør flokkur umsat fíggjarmál undir undanfarnu samgongu?

Um Høgni Hoydal ivast, so kann hann spyrja Kristinu Háfoss.

Hon minnist helst hvat hendi fyri trimum árum síðani.

18. november 2017 víðkaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir sítt verkfall við at taka øll undantøk aftur.

Henda fráboðan merkti, at við gildi frá týsmorgni 21. november 2017 slapp eingin sjúkrarøktarfrøðingur til arbeiðis á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Tinganes fekk harvið knívin á barkan.

Landsstýrið hevði nú tvinnar kostir í at velja.

Annaðhvørt at geva eina munandi lønarhækking, ella at leggja uppí politiskt.

Lógaruppskot var skrivað og tingfólk fingu fráboðan um at vera klár at møta á tingi, til tess at loysa trætuna við lóg. ( Sí innslag í KVF her )

Men í síðstu løtu játtaði landsstýrið sjúkrarøktarfrøðingunum eina lønarhækking upp á 17 prosent yvir 2 ár.

Av hesum var 5 prosent lønarkarmur og 12 prosent hækking fyri starvsaldur.

Hetta var eitt søguliga gott tilboð og sjálvandi tóku sjúkrarøktarfrøðingarnir av og fóru aftur til arbeiðis.

So langt so gott.

Ein mánaða seinni roknaðu námsfrøðingarnir so við eisini at fáa eina munandi lønarhækking.

Námsfrøði er eisini eitt kvinnufak við BA-útbúgving.

Men nú var Tjóðveldi sum hamskift og fíggjarmálaráðharrin var ikki til at vika.

Henda hugburðsbroyting frá einum fakbólki til annan fakbólk hevði kanska sína orsøk.

Í millumbilinum var fiskivinnuskipanin bjargað í løgtinginum, so nú hevði Tjóðveldi ráð at seta hart móti hørðum.

Námsfrøðingar fóru í eitt drúgt verkfall sum vardi til hálvan januar 2018.

Men Tjóðveldi vikaðist ikki.

Tá ið verkfalskassin var tómur noyddust námsfrøðingarnir at bíta eina vanliga semju í seg og fara aftur til arbeiðis.

Tað eydnaðist sostatt Tjóðveldi at lensa verkfalskassan hjá námsfrøðingunum við 25 milliónum krónum og harvið at skerja verkfalsvápnið.

Tá ið flokkurin nú í eini yvirlýsing harmast um, at kvinnufakið, (námsfrøðingar) ikki fekk sín skeivleika rættaðan, so er tað einki minni enn ein háðan móti tí fakbólki, sum arbeiðir við tí dýrasta tilfeingi sum okkara samfelag eigur - børnini og komandi ættarliðið.

Fyrrverandi tjóðveldismaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo