Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum skrivað seinast um annars hugvekjandi dokumentarin ‘O Móðurlandið’, hevði 6. partur tó stóra slagsíðu á Tjóðveldi.

Hermann Oskarsson helt fyri, at Føroyar saktans kundu tikið fullveldi sum aðrir heimsins smástatir, eitt nú Andorra, San Marino, Monaco, Malta og Bermuda.

Frá unglingi hevur Hermann verið sum ein reyðgløðandi loysingarbrandur á politiska hválvinum. (Onkur helt forrestin, at hann nú býr í móður Danmark?).

Tjóðveldi torgar ikki lættan og liviligan skatt fyri øll. Sosialistar elska hart skattatrýst.

Ein tjóðveldismarxistur sum Hermann hevði skjótt rubbað hvørt føroyskt mansbarn niður í eina skattliga spennitroyggju og persónligt ófrælsi.

Slíkir utopiskir tvangstankar eru hataðir í teimum smátjóðum, Hermann nevndi, og mest í heimsins 40 londum, har marxisman kostaði 110 mió mannalív í 20. øld.

Allir fríir smástatir eru lágskattalond
Flestu av hesum pinkustatum hava ikki fullveldi (t.d. limaskap í ST), men eitthvørt heimastýri við innanhýsis lóggávuvaldi, t.m. skattalóggávu.

Eitt nú hava Cayman Islands, Jersey, Guernsey, Isle of Man, Gibraltar, Bermuda nakað somu støðu í Bretska ríkinum, sum Føroyar í danska, Andorra í Spania og San Marino í Italia.

Monaco og Malta eru sjálvstøðug og limir í ST og knýtt at ES.

Latum okkum gera Malta liðugt fyrst: Sjálvstøðugt frá Bretlandi í 1964 og við bretskum herstøðum fyri leigugjald (‘blokk’) til 1978.

Á Malta búgva nú 540.000 fólk. (Uml 320.000 í 1964). Oyggin er bert 316 km2 (Streymoy er 373 km2). Fólkatalið økist skjótt. Miðal inntøkan pr íbúgva er $ 34.000 (helvt av tí føroyska).

Persónsskatturin liggur um 10% (eftir frádráttir) í miðal, og tú skalt tjena oman fyri 400.000 kr (netto) fyri at gjalda max skatt, ið er 35%.

Veðrið er himmalskt. Pf-skatturin á Malta er 5%, og talið á skrásettum fyritøkum økist í himmalflukt.

Vit gera skjótt Monaco liðugt. Hetta sjálvstøðuga fúrstadømi er bert 2 km2 (eitt vet minni enn Koltur (2,8 km2) og Stóra Dímun (2,5 km2).

Heili 39.000 fólk búgva í Monaco, ið er eitt fullbygt, fjálgt ríkbjølgareiður við $234.000 í miðal inntøku pr. íbúgva. Persóns- og pf-skatturin eru bæði 0%.

So til Nólsoyar og Gibraltar
Hvat hava so Nólsoy og Gibraltar felags? Jú, bæði eru ‘long og mjá’.

Nólsoy er 10 km2. Gibraltar er 6 km2. Tað merkir, at tú mást kubba Nólsoy av um Hósmøl fyri at fáa bæði økini at vera javnstór. ‘The Rock’ er 70 m hægri enn Eggjaklettur (372 m).

Á Gibralar búgva 30.000 ensktmælt fólk. Við Nólsoyareiðið búgva 223 nólsoyingar. Bæði støðini hava eitt smalt eiði. Ringt eystanbrim brýtur tvørtur um Nólsoyareiðið

Á Gibraltar er altjóða flogvøllur tvørtur um eiðið. Har er vindhart, men deyðkyrt.

Á Gibraltar arbeiða um 30.000 fólk, 3.000 fleiri enn í Føroyum. 12.000 spaniólar koyra dagliga til La Linea, markið millum londini, til at arbeiða á ‘The Rock’.

Flestu nólsoyingar arbeiða í Havn og sigla ímillum.

10 mió ferðandi vitja Gibraltar árliga. Í Føroyum minkar ferðamannatalið, tí alt er so dýrt. Her klandrast løgtingsfólk og jarðareigarar um ‘Gongd í haga’.

1000-tals fólk banka hurðina niður fyri at sleppa til Gibraltar at búgva – sum inn til øll lágskattalond.

Í Nólsoy er toppskatturin við gjøldum um 45%. Omaná gjalda tey eisini 25% í MVG av restinntøkuni sum aðrir føroyingar.

Á Gibraltar skatta fólk 0% upp til 100.000 kr og 25% max, og partafeløg um 12% netto.

Har er einki MVG, kapitalvinningskatturin, arvagjald ella rentuskattur.

Fíggjarlógin á Gibraltar er um 4 mia kr til hesar 30.000 íbúgvarnar.

Hvaðan tað almenna fær inntøkurnar til vælferð? Jú, frá m.a. 1.000-tals partfeløgum, sum flokkast til Gibraltar – sum til øll lágskattalond.

Spania krevur at fáa Gibraltar aftur frá Bretlandi. 3 fólkaatkvøður hava verið um sjálvstýri síðan 1970. 90 - 95% atkvøddu fyri sambandi (!) við Bretland.

Svínoy x 2 = Guernsey
KvF rópti og geylaði í eina viku um sprint, spurt, spark, skot, lop, bólt, blak og kast á Guernsey. Tað var spennandi og innsatsin vert. Heiður og tøkk til Føroya ungdóm.

Men KvF (við 100 skattfíggjaðum starvsfólkum fyri 90 mió kr árliga frá øllum føroyingum) gretti ikki orð (tað, eg hoyrdi) um, hvat og hvussu Guernsey er sammett við okkara elskaða oyggjaland Føroyar, við heimsins fæstu sóltímum.

Jóhann Mortensen, fyrr tíðindaleiðari (eisini aktivistur) í KvF, hevði annars á oyggjaleikum har í 1986 áhugaverda samrøðu við eina strandakonu á Guernsey. Hon og maðurin róku egið virki.

Jóhann mól (sosialisti líkt) um lága løn og veik fakfeløg á oynni. Men ikki eitt kis um persóns- og pf-skattin á Guernsey, sum minnir nakað um kirkjuskattin í Føroyum.

Nøkur hagtøl: Guernsey í Ermarsundi er 56 km2, næstan á stødd sum 2 x Svínoy (28 km2).

Sum Nólsoy er Svínoy eitt paradís í góðum veðri, men nú við bert eini 20-30 fólk um veturin.

400.000 ferðafólk vitja Guernsey (8-falt ferðafólkatalið til Føroya).

Guernsey er (eins og Nólsoy, Svínoy og Gibraltar) vælferðarsamfelag, og har búgva nú 65.000 fólk (úr 25.000 í 1945).

Miðal persóns- og pf-skatturin á Guernsey er 10% - júst sum á Jersey, Isle of Man, Bermuda, Andorra og San Marino. Øll eru vælferðarsamfeløg.

Øll hesi (hálv-sjálvstøðugu lond) hava himmalskt veður umframt lágan skatt, meðan føroyingar rinda ov høgan skatt og hava heimsins fúlasta veður.

Svínoyingar gjalda sum aðrir føroyingar (við avgjøldum) 45% í marginalskatti umframt 25% í MVG av restini, ið tey tjena.

Lækkið føroyska skattatrýstið
Føroyingar eru ferð eftir ferð bjargaðir úr hørðum vinnuligum bakksláttrum.

Men farnu 15 árini hava vit verið signað við góðum fiskiskapi og alivinnu.

Ali- og fiskivinnan hækkaðu okkara útflutningsvirði úr 5 mia upp í 13 mia kr.

BTÚ-ið er økt úr 12 mia upp í 21 mia kr.

Men nú fjasast sosialistiska samgongan við at geva summum eitt ‘lyft’ (og tískil øðrum eitt ‘neps’).

Summi ynskja sær hægri inntøku, sum tey fáa. Onnur royna at arbeiða seg til hægri inntøku og verða tí harðari skattað.

Alt fyri ‘javnvágina’ hjá Akseli, Høgna og Ruth.

Tjóðveldi meylar við sama lag um fullveldi. Onnur hava við teirra arbeiði skapt búskaparligar fyritreytir fyri fullveldi, men 60% av fólkinum eru ímóti.

Um okkara ráðandi sosialistar vilja gera Føroyar til eitt enn betri land fyri allar føroyingar, so skulu tey virka fyri tí, sum øll væleydnað smálond hava megnað – flestu tó uttan fullveldi.

Lækkið kommunu- og landsskattin!

Allur bati bøtur. So økist virkisviljin meiri. Inntøkurnar hjá øllum, eisini kommunu- og landskassa, trilkast, júst sum hjá hinum smástatunum.

Vit verða meiri búskaparliga sjálvbjargin.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo