Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Voxbotn: Útseldar konsertir, ein hálv milliard av stroymingum á spotify, útvarpshitt omaná útvarpshitt: Danmark er av álvara fallið fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi. Tað eru vit í Føroyum eisini.

Hesin hevur yvirtikið danska pallin á ein heilt serstakan hátt. Hann er sín egin, er óvanliga væl umtóktur í Danmark og tað er gravgangur eftir at fáa hann at spæla konsertir og - fyri fjepparar - at sleppa til hansara konsertir. Tí eru vit sera fegin um, at Tobias Rahim aftur verður við á Voxbotn 2024.

Háaktuelli og eitt hitt heitasta navnið í donskum popptónleiki hevur millum annað útgivið stórhittið ‘STOR MAND’, ‘Mucki Bar’ og ‘Flyvende Faduma’. Hann er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum útrykki. Talan er um eitt frírúm har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veitslu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika – alt í einum. Tað vitna hansara sera vælumtóktu sangir eisini um.

Vit kunnu bara gleða okkum, til hesa uttan iva fantastisku løtu sum verður í Havn á Voxbotn 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo