Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Prátið um at skatta alivinnuna harðari hevur fingið íleggjararnar at leita eftir úthurðini. Tað byrjaði í gjár, tá norskar alifyritøkur sum Lerøy Seafood og Salmar mistu ímillum ein fimting og ein fjórðing av sínum børsvirði, eftir at norskir politikarar nú tosa um størri avgjøld á vinnuna.

Í gjár sendi Bakkafrost marknaðinum kunning um, at eisini í Føroyum tosa politikararnir um hægri tøkugjøld. Felagið segði, at enn vóru ætlanirnar ikki ítøkiligar, men so skjótt sum tað ber til at seta tal á, hvussu eitt hægri tøkugjald kann fara at ávirka úrslitið hjá felagnum, koma fleiri upplýsingar frá felagnum.

Í morgun er partabrævið fallið smá 11% á børsinum og liggur á umleið 425 NOK. Vit skulu aftur til mars 2019 fyri at síggja nakað líknandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo