Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavn.fo: Leygarkvøldið var hugnalig veitsla í Róðrarneystunum á Argjum í sambandi við, at dansifelagið Tøkum Lætt hevur 30 ár á baki. Nógv fólk var samankomið í Róðrarneystinum. Borgarstjórin helt røðu og hugleiddi um dans sum eina av sniðgøtunum til vælveru.

- Onkur plagdi at taka til, at lívið er ikki nakar dansur á rósum – men hví ikki dansa, nú vit kortini eru her? Tað er eingin ivi um, at tá vit dansa líka nógv við hjartanum, sum við beinunum, so vil dansur altíð vera viðvirkandi til, at vit fáa eina sunna sál í einum sunnum likami.

- Tí er valla nakað, ið fellir so væl saman við slagorði okkara í Tórshavnar kommunu - virkin og vakin, alt lívið - sum júst sangur og dansur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tað er lítil ivi í, at hetta verður eitt hugnaligt kvøld burturav – síggi at her eru kendir gestir úr øðrum dansifeløgum komnir í veitslu, sjálvt sumbingar og skúvoyingar eru komnir manssterkir.

- Hetta er tykkara 30 ára føðingardagur. Dansifelagið Tøkum Lætt var stovnað 7. november 1993. Endamálið var at menna tann føroyska dansin.

- Søgan er í stuttum hon, at tá ið limir í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn fluttu heimaftur, hildu teir seg síggja ein tørv á einum nýggjum dansifelag í Havn. Hesi tóku stig til at stovna felagið. At tørvur var, vísti tað skjótt vaksandi limatalið.

- Vit hava sæð tykkum skipað fyri at læra kvæði, at læra børn at dansa og tit hava dansað fyri útlendskum ferðafólki. Ikki minst hava tit skapt hugna 2. jólakvøld, tá dansinætur hava verið - og tiltøk saman við øðrum dansifeløgum, eitt nú stóru landsdansistevnuna.

- Tað er fyri mær ongin ivi um, at kvøðingin er okkara dýrasti tónleikaarvur. Tað, at vit einsamøll hava megnað at varðveitt kvæðini í eini 800 ár er heilt einastandandi, eisini í heimshøpi, tí vit hava varðveitt eina mentan, sum áður helst var góð mentan í fleiri londum, men sum bara bleiv varðveitt her hjá okkum í Føroyum.

- Henda mentan hevur tí í dag eisini stóran áhuga fyri onnur enn okkum. Tað sæst m.a. tá tit kvøða fyri ferðafólki.

- Samstundis hava kvæðini málsliga verið størsti mentanarberin, tí okkara mál varð at kalla bert varðveitt í kvæðum og sagnum og hjá treiskum fólki, ið varðveittu føroyska talumálið so væl, at tað seinni bar til at skipa eitt føroyskt skriftmál burturúr tí.

- Við samfelagsmenningini á so mongum øðrum økjum gekk leingi afturá hjá dansinum. Dansurin hevur møtt bæði mótstøðu – og tað, sum kanska verri er: líkasælu! Og so hevur hann verið trokaður burtur av so mongum øðrum undirhaldi.

- Tíbetur hava vit átt eldsálir, feløg og einstaklingar – og einstakar smærri bygdir – sum hava hildið dansimentanini uppi. Tað var vanligt við føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum. Seinni varð dansað í Hornahúsinum og uppaftur seinni eisini í Norðurlandahúsinum.

- Eg var sum smádrongur við í føroyskum dansi og øðrum tiltøkum í Sjónleikarhúsinum. Tá var ein rúgva av gentum og dreingjum, sum lærdu stev og fingu kvæði fyri at lesa heima. Gamli apotekarin Dávur Magnussen og Jóannes av Skarði lærdu okkum, og teir mugu hava dugað væl, tí eg minnist tað nógva enn.

- Sum óviti sluppu vit eisini at sita uppi á balkongini og hyggja at og lurta eftir góða dansinum. Tað eru góð og hugnalig minni.

- Fyri mær er ongin ivi, at her í Tórshavnar kommunu skal føroyski dansurin hava javnbjóðis møguleikar og umstøður, sum onnur tónleika- og mentanartilboð.

- Hetta er okkara mentanararvur, og okkum er eisini í UNESCO-sáttmálanum álagt at varðveita okkara tjóðararv. Eg eri púra samdur við tey, sum halda, at føroyski dansurin hevur alstóran týdning fyri okkara tilvitan og samleika sum fólk. Sum mentanardýrgripur hevur dansurin eisini týdning fyri okkara ferðavinnu.

- Og tí eru vit her í Tórshavnar kommunu púra samd um at veita dansinum og harvið eisini tykkum bestu sømdir. Eg fari tí at enda at ynskja tykkum alt tað besta við við Tøkum lætt og hjartaliga tillukku við tríati ára degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a. í røðu síni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo