Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tørvur á umleið 2.250 starvsfólkum næstu árini – tekur Landsstýrið hesa avbjóðing í álvara?

Bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin rópa neyðarróp eftir starvsfólkum og ein av skjótu loysnunum er at avtaka mótrokningina í pensjónini.

Sambært kanning hjá  Føroya arbeiðsgevarafelag verður tørvur á 750 starvsfólkum næstu árini og Landsbankin hevur víst á, at almenni arbeiðsmarknaðurin metir ein tørv á 1.500 starvsfólkum fram til 2030.

So her er ein sera álvarslig avbjóðing og kann avmarka búskaparliga vøksturin.

Samlað fevnir metingin um ein tørv á heili 2.250 starvsfólkum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hvat gera politisku myndugleikarnir við eina so álvarsliga avbjóðing?

Ilt er at fáa eyga á nakað ítøkiligt – heldur tvørtur ímóti!

Væl vitandi, at tey eldru aftra seg við at taka eitt eyka tørn á arbeiðsmarknaðinum sambært hagtølum, sum vísa á eina munandi afturgongd í arbeiðsluttøkuni, so ger Landsstýrið onki við at bøta um hetta.

Mótrokningin í pensjónini er ein ítøkilig orsøk til, at nógvir pensjónistar aftra seg við at taka eitt eyka tørn.

Ítøkilig gransking í Danmark hevur staðfest, at mótrokningin hevur eina neiliga ávirkan og tískil hava tey tikið avleiðingina av hesum og avtikið mótrokningina, uttan himpr.

Talið av pensjónistum sum arbeiða er fallið 8% frá 2019-2022 og samlað er talan um 41% í bólkinum 67-74 ár, sum luttaka á arbeiðsmarknaðinum.

Áheitan til Landsstýrið – tak tølini frá arbeiðsmarknaðinum í størsta álvara og avtaki mótrokningina í pensjónini alt fyri eitt!

Økta arbeiðsluttøkan fer at fíggja hetta við øktum skattainntøkum.

Robert Vilhelmsen, næstformaður í Eldraráðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo