Heimskendi søgufrøðingurin, Tom Holland, er ein av fremstu søgugranskarum í dag. Holland, sum ikki er kristin, er m.a. ógvuliga hugtikin av, hvaðan vesturlendsku virðini, so sum menniskjavirði, persónligt frælsi, javnrættindi, fólkaræði stava.
Komu tey við upplýsingartíðini?
Liggja tey íborin í okkum menniskjum?
Ella koma tey onkra aðrastaðni frá?
Síðsta ár gav Holland út áhugaverdu bókina Dominion: The Making of the Western Mind, har hann viðger ávirkanina, ið kristna trúgvin hevur havt á vesturheimin.
Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til samrøðu og Q&A við Tom Holland um spurningin “Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?” Tí í hansara eygum broytti kristna trúgvin heimin. Hon kollvelti heimin.
Men spurningurin er, um tað var til tað betra ella ikki.
Í kvøld fer Holland at greiða okkum føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um henda spurning. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.
Sí meira um tiltakið her: www.facebook.com/events/819741405268181
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo