Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórsgøta: Týsdagin 5. mei klokkan 21 flytir Marianna Nagata inn í Perluna. Og tað merkir, at so er tíðin komin til multikulturellan soul tónleik og góðar vibratiónir.

Marianna Winther Nagata er fødd í Los Angeles og uppvaksin í tí føroyska tónleikaumhvørvinum, har hon hevur ment sín heilt egna stíl, sum er ein blanding av popp, jazz, soul og blues.

Marianna hevur fingið íblástur frá stórum kanónum sum Ella Fitzgerald og Norah Jones. Har hon á ein yndisligan hátt blandar tað gamla við tí nýggja.

Í 2016 vann Marianna tónleikakappingina “Sement” við bólkinum “Bluesette”. Og fyrst í 2020 vann hon eisini sangskrivarakappingina, Stella Polaris. Hesaferð undir egnum navni.

Og Marianna skrivar enn løg í fulldrøn, so tú hevur nakað at gleða teg til, tá Marianna at fylla Perluna við souluttum tónum og massar av good vibes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo