Tórshavnar kommuna: Í sambandi við Skrapt-festivalin, sum verður í Tórsgøtu, verður eingin gjøgnumkoyring loyvd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn fríggjakvøldið 7. juli og leygardagin 8. juli frá kl. 17.30 til kl. 3.30.
Parkeringsplássið í Tórsgøtu er somuleiðis stongt frá fríggjamorgunin 7. juli kl. 8 til sunnudagin 9. juli kl. 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo