Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví brúka Tórshavnar kommuna og Landsverk tilvitað villeiðandi upplýsingar í tilgongdinini at leingja leigumálið um asfaltverkið á Sundi?  Hví er næsti grannin ikki partshoyrdur, nú kommunan hevur gjørt nýggjan leigusáttmála? Hvar er hoyringssvarið frá Kaldbaksnendini í hesum máli í málslýsingini? Hví seinkar kommunan málinum í sløk tvey ár uttan eina kunning?

Nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð ásannar at fólk í Kaldbak eru skelkað, hvussu Tórshavnar kommuna hevur handfarið málið um at leingja leigumálið fyri lendið, sum ólógligt bygda asfaltsverkið á Sundi stendur á, og sum higartil er endað við, at ein meiriluti í býráðnum tann 29. februar 2024 hevur atkvøtt fyri at leingja leigumálið í 25 ár.

Tórshavnar kommuna hevur eftir okkara áskoðan beinleiðis roynt at sleppa uttan um hoyringspartarnar í málinum. Eftir okkara tykki er talan um brot á fyrisitingarlógina, at bóndin á Sundi ikkí er partshoyrdur. Somuleiðis heldur nevndin, at tað er brot á Kommunustýrisskipanina fyri Tórsavnar Kommunu, at býráðið ikki hevði hoyringsskrivið hjá Kaldbaksnevndini í viðgerðini.

Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð krevur, at Tórshavnar kommuna heldur sínar skyldur mótvegis sínum íbúgvum og tekur málið um leigumálið upp til nýggja viðgerð. Ein grundleggjandi regla fyri at nærdemokratiið er, at íbúgvar fáa høvi at gera sína ávirkan galdandi

Málið:
Eftir viðgerðina í Vinnu- og Havnanevndini og Fíggjarnevndini í januar/februar 2022 royndi Tórshavnar kommuna at sleppa undan, at Kaldbaksnevndin fekk høvi at senda inn eitt hoyringsskriv. Hetta varð gjørt við at senda nevndina hoyringsfráboðan um leigumálið tann 17. februar 2022 við eini freist, sum bara var tveir arbeiðsdagar.

Eftir at Kaldbaksnevndin hótti við at kæra stuttu freistina fyri Løgtingsins Umboðsmann, og Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð mótmælti í miðlunum móti stutta skotbráðnum, varð freistin at lata inn hoyringssvar útsett óásetta tíð. Kaldbaksnevndin hevði fleiri ferðir teldupostsamband við kommunustjóran um málið, sum boðaði frá, at leigumálið kom hvørki fyri býráðsfundirnar í mars, apríl ella í mai, men hoyringsskrivið varð so latið inn 10.mai 2022. Kaldbaksnevndin spurdi í teldupostsamskifti við kommunustjóran og borgarstjóran, um nevndin kundi fáa høvi at leggja málið fyri býráðið, soleiðis at hon fekk høvi at leggja sjónarmið síni fram og vísa á váðan við asfaltverkum.

Tórshavnar Kommuna hevur ignorerað hoyringssvarið, og Kaldbaksnevndin, síðani tað varð sent inn 10. mai 2022.

Grein 32, 2. petti í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu ásetir, at: “Kaldbaksnevndin vegleiðir, umrøður og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera”.  

Framferðin er brot á hesa áseting og málið eigur tí at verða tikið uppaftur.

Síðani frættist ikki meira um leigumálið í 2 ár. Tað kann bara tulkast sum at flyta fokus hjá almenninginum og býráðslimum frá málinum við teirri vón, at allir partar í málinum gloyma lutirnar í málinum.

Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð kundi í upprunaligu tilgongdini staðfesta, at Landsverk í síni málslýsing til Tórshavnar Havn gav skeivar heilsuligar upplýsingar. Av órøttum verður sagt, at asfaltframleiðsla ikki er heilsuskaðilig, hóast asfaltframleiðsla er kategoriserað í umhvørvisflokki 6+ fyri serliga dálkandi ídnað.

Hvørki Landsverk, Tórshavnar kommuna ella Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hava viljað viðmerkt villeiðandi upplýsingarnar frá einum landsstovni, Landsverki, hóast fleiri fyrispurningar seinastu 2 árini.

Eftir at hoyringsskrivið varð latið inn í mai 2022, tók Landsverk gamla asfaltverkið niður á heysti í 2022. Sama heyst fór landsstovnurin at seta upp eitt nýtt asfaltverk uttan skrivligt byggiloyvi og uttan eina nýggja umhvørvisgóðkenning.

Í november 2023 staðfesti Kommunala Eftirlitið loksins, at Tórshavnar kommuna hevði brotið byggilógina frá 2012. Tað merkir, at asfaltverkið var bygt ólógliga. Men Tórshavnar kommuna hevur fullkomiliga ignorerað úrskurðin hjá Kommunala Eftirlitinum.

Áhugafelagnum er upplýst, at Kaldbaksnevndin fekk ikki at vita, at málið um at leingja leigumálið á Sundi varð lagt fyri býráðið tann 29/02-2024. Málið var punkt nr. 18 á dagsskránni og er bert umrøtt soleiðis: 42/24 LV mál nr. 21/01631 (VS: mál nr. 16/00514 Viðv. leigusáttmálanum á matr. nr. 1e og 1f á Sundi). Asfaltverkið verður yvirhøvur ikki nevnt, sjálvandi við tí fyri eygað, at fólk í Kaldbak ikki skuldi leggja til merkis, at málið kom fyri býráðið.

Málslýsingin vísir, at málið harafturat er tikið upp aftur í Havnanevndini og Fíggjarnevndini, uttan at Kaldbaksnevndin er kunnað.

Harafturat má nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð staðfesta, at næsti granni hjá asfaltverkinum á Sundi ikki er hoyrdur í málinum. Samært fyrisitingarlógini hevur bóndin á Sundi lógartryggjaðan rætt at verða partshoyrdur.
 
Málið eigur tí at verða tikið uppaftur.

Tann ranga heilsuliga upplýsingin, sum er nevnd omanfyri, hevur framvegis stóran týdning í at lýsa málið í býráðshøpi, hóast bæði Landsverk, Tórshavnar Kommuna og Fiskivinnu- og samferðslamálaráðið eru kunnað um, hvussu grunn hon er.

Ein desiderað misinformatión eigur eftir okkata tykki at føra til, at málið verður tikið uppaftur.

Í málslýsingini verður nevnt eitt mótmælisskriv, sum er móttikið tann 17. juni 2021. Tað hevur einki beinleiðis við leigumálið at gera. Hinvegin verður ikki hoyringsskrivið, sent inn 10. mai 2022, ikki nevnt. Tað er ein misvísandi kunning.

Týdningarmikil punkt í hoyringsskrivinum koma tí ikki fram. M.a. at Tórshavnar kommuna brýtir sínar egnu umhvørvisreglu, nevniliga at 300 metrar frástøða skal vera frá asfaltverki til bygt øki. Á Sundi eru bara 50 metrar.

Í málslýsingin verður nevnt, at leigarin hevur krav um, at leigumálið verður longt. Tað er ikki rætt.

Býráðslimir hava undrast á, at málið um leigumálið á Sundi var á dagsskrá fyri býráðsfundin, og at kunningin var so lítil. Tað merkir, at kommunan ikki bara avmarkaði kunningina til borgarar, men eisini til býráðslimir.  

Samanumtikið er Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð skelkað, hvussu Tórshavnar kommuna fer um eitt mál, sum hevur sera stóran týdning fyri fólkið á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak og fyri umhvørvið við fjørðin.

Tað er somuleiðis skakandi, hvussu kommunan undirgrevur nærdemokratiið, og ikki heldur áseting og lóg um hoyring. Framferðin tykist vera tilætlað villeiðing.

Vegna nevndina í Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð
Janus Vang, formand

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo