40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vit eiga at lata okkara eldru arbeiða, so leingi tey hava hug og evni til tess. Vit fara tí staðiliga at mæla til, at inntøkumarkið hjá pensjónistum beinanvegin verður hækkað til 100 túsund krónur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vit eiga at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá fólkapensjónistum og at gera treytirnar lagaligari hjá teimum fólkapensjónistum, sum umframt pensjónina hava eyka inntøkur.

- Í Havnini hava vit stóran hóp av fólki, serliga í sjeytiárunum, men eisini eldri, sum ynskja at halda fram at arbeiða. Tað er sera týdningarmikið, at vit ikki seta í verk tiltøk, sum føra til, at áhugin hjá pensjónistum at arbeiða minkar.

- Tað eru vist longu eini 4 ár síðan, at danir hækkaðu inntøkumarkið upp á 100 túsund og seinni uppaftur hægri, tí samfelagið tørvaði eldri við drúgvum royndum á arbeiðsmarknaðinum.

- Í høvuðsstaðnum og í Føroyum sum heild er eisini brúk fyri arbeiðsmegi. Landskassin og kommunurnar fáa jú skattainntøkur, tá pensjónistar eru á arbeiðsmarknaðinum.

- Eg havi lisið samgonguskjalið hjá nýggju samgonguni. Tað er ógvuliga leysliga orðað, men tó verður sagt, at mótrokningin í arbeiðsinntøku av fólkapensjónini verður endurskoðað.

- Víst verður á, at broytt aldurssamanseting hevur við sær, at vit ikki hava haldføran búskap. Sagt verður, at skattastigin skal endurskoðast til tess at lætta um hjá láglønarbólkum og økja um útboðið av arbeiðsmegi.

- Tað gera vit rættiliga einfalt við at lata okkara eldru arbeiða, so leingi tey hava hug og evni til tess. Vit í Tórshavnar kommunu fara tí staðiliga at mæla til, at inntøkumarkið hjá pensjónistum beinanvegin verður hækkað til 100 túsund krónur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í viðmerkingum til kjakið um inntøkumarkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo