Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýtt graslíki verður í hesum døgum lagt á Tórsvøll - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýtt graslíki verður í hesum døgum lagt á Tórsvøll - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýtt graslíki verður í hesum døgum lagt á Tórsvøll - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: 5-1 sigurin hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Liktinstein gjørdist seinasti dysturin á gamla graslíkinum á Tórsvølli. Í hesum døgum verður nýtt graslíkið lagt á vøllin, og um alt gongur eftir ætlan, kann nýggja undirlagið takast í brúk um eini tvær til tríggjar vikur.

Tað eru skjótt tíggju ár síðan, at grasið á Tórsvølli bleiv skift út við graslíki, og nú var tíðin komin at leggja nýtt undirlag á vøllin. Og umframt at skifta sjálvt graslíkið, er stoytdoyvingar-undirlagið, ið liggur undir sjálvum graslíkinum, eisini skift.

Nýggi vøllurin á Tórsvølli verður av álvara tikin í brúk á ólavsøku, tá HB spælir heimadyst í UEFA Conference League.

Á Niðara vølli er komið so mikið ávegis, at gamla graslíkið og stoytdoyvingar-undirlagið er komið av, og síðan skal økið hampast og ruddast, nú tað hevur verið partur av byggiplássinum í samband við útbyggingina av Tórsvølli.

Eftir ætlan verður arbeiðið, at skifta graslíkið á Niðara vølli liðugt um mánaðarskiftið juli-august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo