Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nú er nýggja graslíkið á Tórsvølli klárt at taka í nýtslu. Á lítlari samkomu seinnapartin handaðu teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, FSF-forseti, vøllin. 

Teir greiddu frá, at graslíkið og stoytdoyvingarlagið á Tórsvølli varð seinast gjørt í 2012, og 9 ár seinni er nú alt gjørt av nýggjum. Tað hevur sostatt hildið sera væl – vallarmerkið er tað sama, Polytan. Veitari hevur verið Metatron.

Eisini eru gjørdar tillagingar av sprinklaraskipanini á Tórsvøll, soleiðis at hon kemur at virka betri. Arbeiðstakari hevur verið Grettir. Harumframt er gjørt ymiskt asfaltarbeiði við vøllin – tað hevur rakstrardeildin hjá kommununi staðið fyri.

Vøllurin hevur júst fingið góðkenning sambært FIFA Quality Pro og sambært vallarreglugerðini hjá FSF. 

Ráðgevi í sambandi við alla verkætlanina hevur verið LBF. Í verkætlanarbólkinum hava sitið umboð fyri Tórshavnar kommunu og umboð fyri Fótbóltssambandið.

Heðin Mortensen segði, at nú er aftur klárt at fara undir eina røð av altjóða dystum í heyst. Og longu í annaðkvøld spælir HB móti ísraelska liðnum Maccabi Haifa – og umframt verða heilir 5 A-landsdystir hjá monnum í heyst.

- Ovari vøllur varð skiftur í juni og niðari er komin somikið áleiðis, at nýggja stoytdoyvingalagið er nærum liðugt at leggja á. 

- Hetta er okkara tjóðarleikvøllur, sum eisini tænir okkara lokalu feløgum. Hetta hevur verið eitt umfatandi arbeiði, sum hevur kravt nógv tol av øllum pørtum – tað skulu tit eisini øll hava stóra takk fyri.

- Eg fari tí at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer at framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo