Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í mínari starvstíð á almennari skrivstovu og banka, hevði eg ta kenslu, at var eg stjóri, so hevði eg latið starvsfólkini arbeitt fýra dagar um vikuna, við somu løn.

Sjálvsagt skuldi hetta verið upp á skift, so økið, hóast nýggju orningina varð mannað, har tað kravdist.

Eg sá nógva luft i systemunum og spilltíð - sum talaði fyri, at effektiviteturin hevði hækkað og tað sama komið burturúr, um arbeiðsvikan var stytt.

Eins og vit skuldu lúka burtur óneyðugt arbeiði.

Eg sigi hetta bara - eg veit, at almenna útspælið er tímar pr. viku.

Men á fleiri økjum, sum hava við fólk at gera - umsorganarøki ella 24/7 vaktir, eru onnur viðurskifti galdandi.

Her má nýhugsan á banan. Altso ein til tveir timar styttri arbeiðsvika av hesum slagi av arbeiði hevði sikkurt riggað, um starvsfólkini sjálv sluppu at skipa seg.

Niðursett arbeiðstíð hevði verið stytt lutfallsliga.

Kanska sær starvsfólkið, at ávísa tíð á døgninum ber til at kuta  eina løtu av uppá skift, antin tað er morgun, seinnapartar ella kvøld - ella ein timi mitt á degnum viðhvørt kundi komið væl við til egna nýtslu.

Og tað eru arbeiðspláss av øllum handaslagi, sum kundu funnið útav, hvussu tað sama spurdist burturúr, við færri tímum.

Vit hava ikki so nógv framleiðsluvirki, har tað beinleiðis er samband millum timar arbeiði og úrslit.

Sum lærari og í skúlanum er heldur ikki samsvar millum tveir arbeiðstímar og úrslit, fyri at taka annað dømi.

Og ti ber hvørki til at tosa ella rokna uppá hetta, sum vit hava gjørt tað; hugsi um kostnað fyri land og arbeiðsgevara ella tørv á nýggjum starvsfólkum.

Tað er høpisleyst!

Hinvegin hoyra vit nógvar positivar og win/win søgur frá okkara grannalondum, við atliti til at fólk fáa lagaligari arbeiðstíðir.

Og ivaleyst eru undantøk frá hesum omanfyri nevnda útspæli, men vit mugu vera realistisk og gera tað sum til ber fyri okkum øll og hvønn annan.

Nógv ber til við góðum vilja og í samstarvi við starvsfólkini, uttan annað enn organisatoriskar broytingar, hugflog og vælvild.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo