Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Fyrsta føroyameistarastevnan í styrkilyfting (powerlifting) undir Føroya Styrkisambandi varð hildin á Føroyaleikunum fyrr í summar.

Vár Guriarhannsen úr Styrkifelagi Føroya gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum við íalt 365 kilo. Hjá monnum varð Rógvi Sørensen úr Burn Athletics føroyamestari við íalt 580 kilo.

Nú verður aftur kapping í styrkilyfting. Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð.

Lyftini eru ávikavist beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlift).

Byrjað verður við beinbend nú leygardagin 27. august kl 13 í Tvørmegi. Bonkpressað verður leygardagin 3. september kl 14 í Burn. Rættstøðulyft er leygardagin 10. september kl 13 í Yndi. 

Møguleiki er fyri at seta føroyskt met í bonkpress. Kappingin er skipað eftir reglumum hjá Føroya Styrkisambandi, tað vil siga góðkendir dómarar og altjóða dopingreglar.

Nakrar tilmeldingar eru komnar, og meldast kann framvegis til við at ringja til Niels Áka Mørk á 223336 ella á https://www.surveymonkey.com/r/5RF9B56.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo