Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: Á midnátt í kvøld ber til at síggja allar seks partarnar av krimi-røðini, Trom, á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, og næstu seks vikurnar verður ein partur sendur hvørt hóskvøld í sjónvarpinum eftir sjónvarpstíðindini. 

KvF er samframleiðari av Trom saman við ZDF/Arte, og í góðum samstarvi við Kykmyndir og Jón Hammer eigur KvF sostatt eisini sín part í spildurnýggju krimi-røðini.

Tí er tað sjálvsagt, at eisini KvF vísir spennandi krimirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við íblástri úr bókum eftir Jógvan Isaksen.

Føroyskur filmur í menning
Við avgerðini um at vera ein av samframleiðarunum av sendirøðini hevur Kringvarpið víst seg sum ein stovnur, ið bæði vil og kann spæla ein leiklut, tá tað kemur til at menna føroyska filmsframleiðslu.

Umframt Trom hevur KvF longu sent føroyskar filmar sum til dømis Skál, Illir andar og 111 góðir dagar.

Seinni í ár vísir KvF eisini filmin, Dreymar við havið, og í mars kunnu okkara yngru hyggjarar gleða seg til at síggja seks partar av sendirøðini, Ævintýraferðin. Kringvarpið hevur eisini gjørt avtalu um at senda ymiskar føroyskt-framleiddar stuttfilmar í næstum.

Føroysk filmsframleiðsla má sigast at hava undanvind í løtuni, og framgongdin er stór.

Føroyski public service miðilin hevur ein sjálvsagdan leiklut í hesum og eigur at vísa filmar úr Føroyum fyri øllum føroyingum.

Ásannandi, at fíggjarligar avbjóðingar liggja fyri framman, so er vónin kortini, at KvF framhaldandi fer at hava fígging og orku til at vera við til at menna føroyska filmsframleiðslu frameftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo