Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Andalig í tí tímiliga og tímilig í tí andaliga. Meg minnist stillfør fólk í kirkju og missión, teirra trúfesti og tænandi lyndi. Tey tóku sær av tí praktiska uttan stórvegis hóvasták. Tey tæntu við borðini, og kendu sítt pláss í kirkjuliðnum.

Nøkur høvdu uppgávuna at tala Guðs orð, og onnur sungu ella spældu á ljóðføri. Vit, ið tá vóru ung, nutu løturnar í Missiónshúsinum. Sjóvar kirkja hevði ongar umstøður til tað sosiala útyvir gudstænastuna og kirkjuligar tænastur. Tey eldru søgdu, at missiónin var kirkjunnar longdi armur. 

Ríkar løtur at minnast aftur á frá barna- og ungdómsárunum. Vit fingu ein førning, sum myndaði okkum, hóast mong við mær hava snávað á leiðini. Endamálið við tí andliga arbeiðinum var valla, at vit skuldu verða betri ella skikkiligari enn onnur. 

Endamálið var at boða Jesus stóran og dýrabaran sum vin og frelsara. Mangan varð sagt, at tað ráddi um at halda seg til Jesus og leita til hansara. Um vit snávaðu á leiðini og komu burturfrá, so kundu vit altíð koma aftur á møti ella til gudstænastu. Jesus var vinur menniskjans, og hann var komin at bjarga tí burturvilsta.

Henda jaliga boðanin aldi eina barnatrúgv, ið er berandi dagin í dag. Eingin fjáltur, einans hiti og góðska.

Kann ikki minnast ræðusøgur ella svøvnleysar nætur vegna ógvusliga boðan. Vit vórðu lærd at kenna Jesus, hansara náði og fevnandi kærleika.

Tó, vit hoyrdu Guðs orð boðað í síni breidd og sínum vavi. Teir báðir vegirnir, hin smali og hin breiði. Tað var jú lærari okkara, Christian Høj, ið yrkti sangin um tær báðar leiðirnar, og vit dugdu hann uttanat. 

“Leiðir tvær bert finnast her á foldum; // onnur mjá; hon førir til várt heim. // Breið hin er; hon førir mong við voldum // til ein stað við gráti, ei við gleim.” 1)

Himmalin var lýstur við vøkrum myndum, og glatanin varð als ikki huld í tøgn. Himmalin og helvitið vóru okkara egna val, men Guð gav okkum Jesus, so okkara fyrsta val kundi verða himmalin. At vit máttu velja Jesus varð nevnt aftur aftur. Vit kundu velja Jesus, tí hann hevði jú longu framman undan valt okkum. 

Kvinnurnar í køkinum hoyrdu vit ikki nógv til. Ikki nógv orð, men tað, ið tær søgdu, var mettað við friði og umsorgan. Tær mintu okkum á at fylgja væl við og lurta eftir, tí bíbliusøgan og talan vildu koma væl við seinni í lívinum.

Vit ungu undraðust viðhvørt og hildu tað vera løgið, at tær kvøld eftir kvøld gjørdu okkum ein drekkamunn.

Hvat áttu hesar kvinnurnar, ið gjørdu tær støðufastar og trúfastar í tænastuni?

Brádliga ein dagin kom svarið heilt óvæntað. Ein talari førdi fram, at tey, sum ikki vitnaðu í orðum, tá ið orðið varð givið frítt á møtinum, áttu ikki ta frelsandi trúnna. Evnið varð tikið upp, og samtalan var lívlig í nakrar dagar.

Gleðin í køkinum var tann sama og als ikki ávirkað, nú spurnartekin varð sett við teirra trúgv. Tær tóku ikki lut í samtaluni og høvdu als ikki tørv á at staðfesta, at tær vóru á rættari leið. 

“Jesus kennir síni, hann lítur at hjørtunum, og vit skulu tæna honum við gleði.” Tað var svarið, ein unglingi fekk, tá ið hann spurdi kvinnurnar, um tær ikki vóru frelstar, nú tær einans gjørdu mat, kókaðu kaffi og vaskaðu upp. 

Jesus kennir hjørtuni, tað var ein veldig prædika, ið vit ongantíð gloyma. Hjartað er alt avgerandi. Harrin hyggur at hjartanum og tí, ið býr innan í okkum. Tað ræður um at hava hjartað væl grundað á røttum staði.

Í mínum kalli sum prestur er mangan staðfest, at køkurin er ein týðandi talarastólur. Bønin í køkinum, at Harrin má taka sær av teimum, ið samlast um orðið í kirkju og samkomu. Bønin í køkinum, at Harrin má leita eftir teimum, sum sjálv ikki koma inn undir orðið. Bønin í køkinum, at Harrin má halda sína verndarhond yvir teimum, ið arbeiða á landi, á sjónum og í loftferðslu. 

Henda tænandi trúgvin er onkursvegna mín ringa samvitska, tá ið vit prædikumenn (m/k) fáa rós fyri okkara gerning. Ikki tí, tað er neyðugt at rósa hvør øðrum, eisini teimum, ið prædika. Tað fyllir okkum við gleði og gevur størri orku, um vit rósa hvør øðrum í Harranum. Skulu vit átala, ja so mega vit eisini siga tað góða!

Vit eiga at takka fyri trúnna í køkinum, ið gevur føði til likam, sál og anda. Tann tímiliga tænastan í køkinum er ein týdningarmikil og dýrabarur andaligur gerningur. 

Vit mega minnast henda gerningin við tøkk og andaligum ljóðum Jesu navni til heiðurs og æru. Amen. 

Orðið: "Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing.” (Rómverjabrævið 12,10).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 1) Christian Høj (1904-1992), skúlastjóri á Strondum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo