Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump er enn einaferð skuldsettur, hesaferð millum annað fyri at hava topploynilig skjøl í síni varðveitslu og at lúgva fyri rættinum.
Tað skriva fleiri miðlar, sum hava fingið innlit í skjølini í málinum, eitt nú The Guardian.
Hann hevur frammanundan eitt annað mál um hava goldið eini kvinnu pengar fyri at tiga um, at tey bæði høvdu kynsligt samband.
Donald Trump noktar seg sekan í báðum málum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo