Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur avlýst ein tíðindafund sum skuldi vera í morgin, har hann ætlaði at framleggja eina frágreiðing sum prógvar, at hann er ósekur í øllum skuldsetingum sum hann hevur ímóti sær saman við 18 øðrum.

Á miðli sínum Truth Social skrivar hann millum annað: Í staðin fyri at leggja frágreiðingina um manipuleraða og stjolna forsetavalið í Georgia í 2020 fram mánadagin, vilja mínir sakførarar heldur leggja hana fram tá vit møta í rættinum. Tí er ikki neyðugt longur við tíðindafundinum.

Republikanarin Chris Christie, sum eisini stillar upp ímóti Trump, segði við CNN, at avlýsingin bara vísir, hvussu pressaður Donald Trump er.

- Hetta er fyrsta klóka avgerðin, sum maðurin hevur tikið í longri tíð, segði hann millum annað.

Donald Trump og hinir 18 risikera at enda í spjellinum, verða teir dømdir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo