

Tað er ikki bara her hjá okkum, at tey ráðandi hava peikað á ávísar bólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skulu hava lønarlyft. Tað er eisini hent í Danmark, har nú truplar samráðingar standa fyri framman.
Við dr.dk sigur formaðurin í politistafelagnum, at hann er sera vónbrotin um, at hansara limir ikki eru við í bólkinum, sum stjórnin ætlar at geva meira í løn í trýpartasamráðingunum.
- Tað er ikki tí, at eg vil seta fakbólkar upp ímóti hvørjum øðrum. Men eg vil gera púra greitt, at vit í okkara fakfelag eru sera vónbrotin um støðuna, sigur Heino Kegel.
Tað eru sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, fangavørðar og sonevndir sosu meðarbeiðarar sum skulu hava lønarlyftið í Danmark, hevur Mette Frederiksen, forsætisráðharri boðað frá. Lyftið gera, at hesir fakbólkar fáa áleið 2.500 kr omaná lønina hvønn mánaða.
Í Danmark eru fakfeløgini skipað í eitt høvuðsfelag, Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH), og formaðurin har, Morten Skov Christiansen, rósar útspælinum hjá stjórnini.
- Øll halda, at júst tey hava uppiborið meira í løn. Vit mugu raðfesta og hetta verða truplar samráðingar sum vit nú fara undir, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo