Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Nýggjar tíðir eru kanska ávegis í fremstu deildini í landskappingini í talvi. 

Seinastu tíggju árini hevur kappingin staðið millum somu tvey feløgini - Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men nú verður kanska øðrvísi. Tí nú leggur Klaksvíkar Talvfelag upp á síðuna á hinum báðum.

Eftir dystirnir í øðrum umfari í dag er Klaksvík nýtt oddalið í 1. deild. Men Havnin og Sandavágur eru beint í hølunum á klaksvíkingum. 

Tað er einki at taka seg aftur í, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, er atvoldin til hesa broyting í føroysku landskappingini. Við honum á 1. borði kunnu klaksvíkingar bjóða hinum av í FM-stríðnum.

##med2##
Tveir stórmeistarar eru við í føroysku landskappingini í talvi. Helgi Dam Ziska, vinstrumegin, telvar á 1. borði hjá Havnini, og Vladimir Hamitevici, høgrumegin, er nú fastur maður á 1. borði hjá Klaksvík. Nógv hvílir á teimum í spennandi FM-kappingini í vetur. Á myndini síggjast teir í dysti millum Havnina og Klaksvík í fjør. Helgi vann ta ferðina.

Favorittsigrar
Sandavágs Talvfelag hevði sama stríð í dag av B-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, sum A-liðið hjá havnarmonnum hevði av felagsmonnunum í fyrsta umfari.  Vágamenn vunnu, men einans 2½-1½.

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremru borðunum á ávikavist Luitjen Akselsson Apol og Rógva Mortensen. Á fjórða borði mátti pápin, Torkil, lúta fyri Margari Berg, og á triðja borði var remis millum Silas Eyðsteinsson og Hjalta Toftum Jógvansson.

Klaksvíkingar og havnarmenn vunnu stórsigrar í dag. Klaksvíkingar vunnu 3½-½ á vestmenningum. Vladimir Hamitevici, Rani Nolsøe og Terje Petersen vunnu - Ólavur Simonsen telvaði javnt á øðrum borði móti Samson Højgaard. Hinir á vestmannaliðnum vóru Jákup á Rógvi, Alfred Olsen og Kári Durhuus.

Havnarmenn vunnu eisini 3½-½ í dag. Dysturin var móti Klaksvík B. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu á ávikavist Willa Olsen, Finnbjørn Vang og Steintór Rasmussen, men á fjórða borði eydnaðist Janusi Skaale at fáa remis móti Carl Eli Samuelsen. 

2. umfar (10. oktober)
Sandavágur - Havnin B 2½ - 1½
Klaksvík B - Havnin ½ - 3½
Vestmanna - Klaksvík ½ - 3½

Støðan
Klaksvík 6½
Havnin 6
Sandavágur 6
Havnin B 3
Klaksvík B 1½
Vestmanna 1

Her sæst, at deildin er longu um at fara í tvíningar. Trý lið leypa avstað, hini trý fara at kappast sínamillum. Innanhýsis dystirnir millum topp 3-liðini fara at vera avgerandi. Og toppdystirnar fáa vit tey komandi umførini. Nú verður kortini ein steðgur til 31. oktober. 

Lykladystirnir í fyrru leikhálvu fyri ársskiftið eru hesir:

31. oktober (3. umfar)
Klaksvík - Sandavágur

7. november (4. umfar)
Klaksvík - Havnin

20. november (5. umfar)
Havnin - Sandavágur

Eftir fimta umfar verður steðgur í landskappingini, sum tá er komin í helvt. Sætta umfar verður ikki fyrr enn 23. januar.

Mánaðarskiftið november/desember fer eitt føroyskt landslið at kappast suðuri á Malta. Kappingin er millum einar tíggju smátjóðir í Evropa. Føroyar hava fyrr vunnið hesa kapping.

Hinar deildirnar

2. deild
Kollafjørður - Klaksvík 3-1
Rókur - Sandavágur 1-3
Kollafjørður B - Havnin 0-4

Støðan
Kollafjørður 7
Havnin 6
Sandavágur 5
Klaksvík 4½
Rókur 1½
Kollafj. B 0

Telvað hevur eisini verið í 3.-, og 4. deild í dag, men yvirlitið er ófullfíggjað, tí í fleiri dystum eru úrslit ikki fingin til vega enn. 

Triðja umfar verður sum nevnt 31. oktober. Meira kann lesast um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo