Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Trygd í sambandi við bústaðarbygging

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at lóggeva soleiðis, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privat fólk, eisini skulu stilla fíggjarligar trygdir?

Viðmerkingar:
Dagur og Vika fortaldi í síðstu viku um eitt ungt par, sum hevði fingið eina byggifyritøku at byggja síni hús.

Sum tað sást, varð arbeiðið hjá byggifyritøkuni sera illa úr hondum greitt, og fer hetta at viðføra trupulleikar og helst eisini fíggjarligar avleiðingar og meirútreiðslur fyri hetta unga parið. Greitt varð frá, at tey ikki vóru nakað eindømi í hesum sambandi.

Á vinnuliga økinum skulu fíggjarligar trygdir stillast, tá fyritøkur arbeiða fyri hvørja aðra. Upphæddin, ið verður sett sum trygd, verður so niðurskrivað sum frá líður.

Hendan trygdin er sett fyri at tryggja, at vøran, sum verður latin, er tað, hon skal verða – eisini sum frá líður.

Tá byggifyritøkur gera arbeiði fyri privatfólk, eru eingi krøv til fíggjarliga trygd.

Hetta merkir, at byggifyritøkan kann fara í sjálvbodna solventa likvidation dagin eftir, at pengarnir eru komnir á kontu felagsins, og sostatt stendur privatpersónurin eftir við trupulleikunum, um slíkir vísa seg undir byggingini ella aftaná.

Tað vildi verið rímiligt, at fyritøkur eisini stilla fíggjarliga trygd mótvegis borgarum, soleiðis at borgarin eisini er tryggjaður, um tað seinni vísir seg at vera trupulleikar, antin undir bygging ella tá arbeiðið er liðugt.

Tað skal eisini sigast, at vit hava nógvar byggifyriøkur í Føroyum, sum byggja fyri privatfólk við høgari góðsku og taka ábyrgd, tá óhepnar støður koma fyri.

Tað er óheppið at tað er privatpersónurin, sum stendur við ábyrgdini og fíggjarliga tapinum, tá byggifyritøkur ikki liva upp til sínar skyldur.

Á Løgtingi, 15. juni 2023
Kim Durhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo