Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Tryggja fólki við menningartarni javnstøðu
Spurningar:
1. Hvør er miðal livialdurin hjá føroyingum við menningartarni samanborið við miðal livialdurin hjá føroyingum annars?
2. Hava heilsu- og almannaverkið sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at fyribyrgja ójavnstøðu í miðal livialdrinum hjá føroyingum við menningartarni og føroyingum annars?
3. Hvussu kunnu vit tryggja, at fólk við menningartarni fáa neyðuga hjálp og stuðul frá heilsu- og almannaverki og minka um munin í livialdri og harvið tryggja javnstøðu á økinum?
Viðmerkingar:
Í Danmark liva fólk við menningartarni í miðal 20 ár styttri enn miðal danskarin, t.d. fólk við Downs Syndrom ella heilaskaða. Okkara samfelag líkist tí danska, so áhugavert hevði verið at vitað, um tað sama er galdandi í Føroyum.
Orsøkin til, at fólk við menningartarni liva styttri í Danmark er ikki tí, tey hava menningartarn, men tí tey doyggja av sjúku, sum kann fyribyrgjast. Tað vísir nýggj gransking frá Statens Institut for Folkesundhed í frágreiðingini Dødelighed blandt 18- 74-årige med udviklingshandicap – Fokus på forebyggelig og behandlelig sygdom.
Dømi eru um, at fólk við Downs Syndrom kunnu hava diabetes ella aðrar sjúkur, uttan sjálvi at hava varnast tað. Sjúkur, sum kunnu fyribyrgjast ella viðgerast við heilivági.
Politisk átøk kunnu hækka livialdurin hjá fólki við menningartarni. Danska granskingin nevnir trý átøk:
1. Bjóða fólki við menningartarni árligar heilsukanningar hjá kommunulækna.
2. Útbúgva heilsustarvsfólk og starvsfólk í almannaverkinum til at vera tilvitað um sjúkueyðkenni og viðgerð.
3. Fyribyrging av sjúkum t.d. við rørslu og koppseting.
Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu støðan er í Føroyum – og um neyðugt er við politiskum átøkum á hesum økinum. Tí seti eg landsstýriskvinnuni hesar spurningar.
Á Løgtingi, 21. mars 2024
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo