40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Skaðanevnd og ferðslutrygd

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugt kanningararbeiði eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp?

2. Metir landsstýrimaðurin, at ein skaðanevnd er neyðug, fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini?

3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini, eitt nú at tryggja landsvegirnar ímóti seyði?

Viðmerkingar:
Í ferðslutrygdarætlanini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd stendur, at neyðugt er at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugar kanningar, og sum setir neyðuga servitan til kanningararbeiðið, ið skal til, fyri at kunna gera eina frágreiðing fyri hvørt einstakt álvarsligt ferðsluóhapp.

Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hvør orsøkin til óhappið var. Kanningararbeiðið skal í síðsta enda tryggja, at vit læra av tí, ið er farið fram og fyribyrgja óhappum í framtíðini.

Ein skaðanevnd er virkin í øðrum samanhangum. Skaðakanningar verða gjørdar, tá eitt nú arbeiðsskaðar koma fyri ella ein vanlukka er á sjónum. Ráðið fyri Ferðslutrygd meinar, at tað skulu setast líknandi skaðakanningar í verk eftir hvørt álvarsligt ferðsluóhapp. Á minningardegi teirra deyðu í ferðsluni í fjør varð aftur víst á tørvin á eini skaðanevnd.

Ungdómstingið legði fyri stuttum fram eitt uppskot til samtyktar um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði, og í orðaskiftinum varð skaðanevndin eisini umrødd.

Seyðir á landsvegum varð tá mett at vera ein trupulleiki av mongum og tískil er neyðugt at hava eitt nágreiniligt kanningararbeiði eftir hvørt álvarsligt óhapp, so slík óhapp kunnu fyribyrgjast frameftir.

Á Løgtingi, 9. februar 2022
Rósa Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo