Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dalstunnilin er ein sólskinssøga og vísir at tunnilsliðið væl kann standa fyri at bora smærri tunlar í Føroyum. Haraftrat er tað so nógv bíligari enn líknandi tunnilsverkætlanir.

Í november var stórt hátíðarhald í Dali, tá tunnilsliðið lat síðsta skotið í av í Dalstunnlinum. Tá setti eg landsstýrismanninum fyrispurning um hvussu stórur kostnaðurin hevði verið av verkætlanini.

Svarið var, at slakar 80 mió. kr. vóru brúktar. Landsverk metir, at aðrar 90 mió. skulu brúkast at gera tunnilin lidnan og at gera tilhoyrandi vegir.

Altso ein samlaður kostnaður á slakar 170 mió. kr. fyri ein tunnil á 2.200 metrar.

Ein samanberilig tunnilsverkætlan er Fámjinstunnilin, sum er boðin út millum privatar arbeiðstakarar. Tá tilboðini komu inn var kostnaðurin 207 mió. kr. fyri ein tunnil, sum er helvtina so langur sum Dalstunnilin – 1.200 metrar. Nakað av vegagerð hoyrir til, rímiligvís, men kostnaðurin er tvífalt so høgur pr. metur.

Seinni er kostnaðurin so hækkaður enn meira, tí tað rapar grót inni í tunlinum, sum tarnar arbeiðinum. Men hesum var hædd ikki tikin fyri, tá privatu tilboðini komu inn.

Nú geva arbeiðsgevararnir í Vinnuhúsinum aftur ilt av sær og vilja forkoma tunnilsliðnum, áðrenn farið verður undir tunnilin til Tjørnuvíkar. Men tað verður ikki.

Tunnilsliðið er ein politisk ætlan, sum hevur víst seg at rigga sera væl. Haraftrat er tað nógv bíligari fyri skattgjaldaran.

Tíverri sær tað út til, at tað hevur eydnast ávísum kreftum at steðga arbeiðinum eina løtu. Men steðgurin skal absolutt bara vera fyribils.

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo