40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-142/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um ferðaætlanina á leið 400 hjá Strandferðsluni

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin kannað, hvør grundgevingin er fyri, at SSL velur at økja túratalið úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin og til Havnar úr eina ferð til tvær ferðir um dagin, heldur enn at brúka tey uppskot til broytta ferðaætlan, ið borgarar hava sent inn til stovnin?

2. Heldur landsstýrismaðurin broyttu ferðaætlanina vera nøktandi?

3. Kann landsstýrismaðurin vátta, at tær umleið 2 mió. kr., ið Løgtingið júst hevur játtað til hesa farleið, verða brúktar til endamálið?

Svar til spurning 1 og 2
Eitt gott ferðasamband er av størsta týdningi fyri borgarar og vinnu. Eysturoyartunnilin merkir broytt ferðamynstur, og verða tillagingar gjørdar í ferðaætlanini eftir tørvi og játtan.

Nýggja ferðaætlanin á Oyggjaleiðum, sum kom í gildi 1. apríl 2021, byggir sambært SSL á tørvsmetingar, ynski og hoyringssvar frá borgarum, feløgum, stovnum og øðrum. Tað komu 86 hoyringarsvar inn.

Strandferðslan metir seg hava tikið ein fittan part av innkomnu viðmerkingunum til eftirtektar, og gjørt hóskandi tillagingar í ferðaætlanini.

Av hoyringarsvarunum viðmerktu 25 beinleiðis leið “400 Klaksvík-Tórshavn” og “401 Klaksvík-Tórshavn, snarbussur”, og høvdu nøkur teirra ítøkilig uppskot um, hvørjir túrar skuldu setast inn á hesum leiðum.

Fleiri av hesum uppskotum hevur Strandferðslan brúkt í sínum tillagingum.

Eftir broytingini av ferðaætlanini, er leið 400 aftur farin at koyra “Klaksvík-Sundalagið-Tórshavn” 12 ferðir t/r um dagin gerandisdagar. Harumframt er ein snarleið komin millum Klaksvík og Tórshavn, og eru 2 túrar t/r. um dagin.

Triði møguleikin er ein samanseting av leið 450, 440 og 400, har ferðafólk skifta buss við Skálafjørðin. Har eru 8 túrar hvønn gerandisdag og 5 túrar í vikuskiftinum.

Sostatt økist túratalið við 10 túrum t/r gerandisdagar og við 5 túrum t/r afturat í vikuskiftinum, har tað ber til at koma úr Klaksvík til og úr Tórshavn, umvegis Eysturoyartunnnilin.

Tó er bíðitíð á nøkrum túrum á Skipaneskrossinum ella Skálabotni, alt eftir um farið verður til Havnar umvegis Strendur ella Runavík.

Strandferðslan metir samanumtikið at nýggja ferðaætlanin hevur atlit til tørvin hjá norðoyingum, eysturoyingum, streymoyingum og øðrum ferðandi, so frægt tað ber til innanfyri verandi fíggjarkarmar og galdandi sáttmálar við bussveitarar.

Svar til spurning 3
Eykajáttanin til Bygdaleiðir er ikki markað til eina ávísa farleið, men er til at dagføra alla ferðaætlanina í sambandi við Eysturoyartunnilin, fyri at tryggja eitt betri og meira samanhangandi ferðslunet. Landsstýrismaðurin fylgir neyvt gongdini í mun til broytta ferðslumynstrið í landinum og vil virka fyri støðugt at betra ferðasambandið.

Tinganes, 19. mai 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo