

Turkaland góðtekur finskan Nato limaskap. Men Svøríki sleppur ikki uppí fyribils, tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan. Og tað hevur týdning, hvat hann sigur, tí tað er ein treyt til nýggjar limir í Nato, at øll tey 30 londini, sum longu eru limir, siga ja.
Turkaland hevur ikki færri enn tvær orsøkir til at vilja útihýsa Svøríki. Fyri tað fyrsta eru tað kurdarnir, sum Turkaland metir sum yvirgangsfólk, men sum Svøríki hýsir við friðskjóli. Harnæst er at Rasmus Paludan, sum hevur gjørt tað til vana at brenna koranir frammanfyri turkisku sendistovuna í Stokhólmi. Tað hevur gjørd Erdogan í øðini, men Paludan sigur, at hann fer at brenna koranir javna, líka til Svøríki er blivin limur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo