Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fatih Terim og Emmanuel Eboue

Fatih Terim og Emmanuel Eboue

Fatih Terim og Emmanuel Eboue

Tað letur nú til, at Galatasaray er til reiðar at bjóða Emmanuel Eboue starv sum hjálparvenjari hjá U14 liðnum hjá felagnum. 

Hetta hendir, eftir at Eboue um jólini stóð fram og greiddi frá lívi sínum í einari samrøðu við The Daily Mirror - hvussu hann er farin frá at vera ein stjørna í Premier League til at hava mist alt - konu, børn og hús, umframt at hann ikki hevur nakran sáttmála við nakað felag í løtuni og harvið er arbeiðsleysur.

Hesa síðstu tíðina hevur 34 ára gamli Eboue av og til sovið á gólvinum hjá vinfólki í London, og hevur hann onkuntíð riðið so lágt, at hann hevur umhugsað sjálvmorð.

Men nú fær hann so eftir øllum at døma møguleikan at fóta sær aftur

CNN Türk boðar í hesum sambandi frá, at venjarin hjá turkiska Galatasaray, Fatih Terim, skal hava sagt, at...

- Vit hoyrdu tíðindini um Eboue í skiftingarrúminum (í sambandi við ein dyst hjá Galatasaray í gjár, red). Vit vilja gera alt, hvat vit kunnu, fyri at hjálpa mínum vini.

Terim, sum hevur verið venjari hjá turkiska landsliðnum hesi síðstu fýra árini, áðrenn hann nú kom aftur til Galatasaray á fjórða sinni, var eisini venjari hjá Galatasaray í 2011, tá Eboue kom til felagið.

Eboue leikti við Galatasaray í tíðarskeiðnum 2011-15. Áðrenn tað spældi hann við Arsenal í sjey ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo