"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvistan: Fámjin hevur ein serligan týdning, tá ið tað snýr seg um flaggsøguna og flaggdagshald, og í ár er einki undantak, nú tað verður skipað fyri flaggdagshaldið sunnudagin.

Og seinastu árini hevur Hvistan, ið er felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroynni, eisini virka við til at fáa fólk at leita sær til Fámjin á flaggdegnum. Hvistan hevur við sínum túrum til gongu, rennandi, trillandi ella súkklandi eggja fólki ið eru oynni á flaggdegnum, at koma við á túr, ið byrjar í Øravík og endar í Fámjin. 

Hvistan byrjar túrin í Øravík, har Bønhúsið í Øravík er opið frá kl. 10.30 áðrenn stutt guðstænasta verður kl. 10.45 við Jens Mortan Mortensen presti. Guðstænastan er liðugt áðrenn kl. 11.30 tá ið so túrurin til Fámjin byrjar. Fyrst fara tey, ið ynskja at ganga og trilla, og nakað seinni um 11. 50 fara rennarar avstað.

Flaggdagshaldið í Fámjin byrjar kl. 14.30 og er tað borgarstjórin og løgtingslimurin Kristin Michelsen, ið flytur fram røðu og eftir hetta er hugni í Vesturhøll við kaffi og onkrum góðum afturvið. 

Hvistan sigur at øll eru vælkomin við bæði til guðstænastuna og túrin til Fámjin eins og flaggdagshaldið, og gera fólk sjálvi av um tey renna, ganga, trilla ella súkkla. 

Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni hjá hvistuni, og facebookbólkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo