Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Myndin er tikin av Alessio Mesiano

Myndin er tikin av Alessio Mesiano

Myndin er tikin av Alessio Mesiano

TUTL: 25. juni 2018 fylti ELIN BRIMHEIM HEINESEN 60 ár. Hon hevur valt at hátíðarhalda runda føðingardagin við at halda føðingardagsveitslu leygarkvøldið 7. juli í Sjónleikarhúsinum í Havn og samstundis geva út nýggja fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum, hon sjálv hevur gjørt. Hóast Elin hevur verið virkin sum tónleikari leingi, er útgávan í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur.

ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska

tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sum seinast í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Fyrsta útgávuroynd sum einstaklingur
Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen-løgum.

Elin hevur havt ætlanir um eina útgávu við egnum tónleiki, líka síðani NALJA kom út í 1988, men tað hevur ikki eydnast henni fyrr enn nú. Fløgan „Handan stjørnurnar“ er eitt úrval við 12 løgum, sum ongantíð fyrr eru givin út. Elin hevur valt tey burtur úr rúgvuni av løgum, hon hevur gjørt, síðani hon sum ungur tannáringur fór undir at skriva sangir.

Skuldi vera, áðrenn eg bleiv 60
– Eg havi sungið nógv, men havi bara givið tvær útgávur út í mínum lívi: NALJA, har helvtin vóru míni løg, og so Yndisløg, sum ikki vóru míni egnu løg. So eg havi droymt um at geva eina fløgu út bara við mínum egnu løgum.

Spurningurin er, hví hon hevur bíðað so leingi við tí.

– Tað hevur bara ikki ligið fyri. Eg havi ikki havt ráð og havi eisini verið so upptikin av so nógvum øðrum, so tónleikurin var altíð raðfestur síðst. Men, sigur Elin, og heldur fram: - Fyri tveimum árum síðani hugsaði eg við mær sjálvari: Nú fyllir tú skjótt 60 ár, so skal tað vera, so má tað vera nú! Tað ber ikki til, at alt bara skal verða liggjandi í skuffuni, har eingin fær gleði av tí.

Spart saman til verkætlanina
Væl tilstuðlað av vinfólkum og tónleikarum, sum hon hevur spælt konsertir saman við seinastu árini, vaks tankin um, at tónleikur hennara var verdur at geva út. Hon lovaði sær sjálvari, at hon skuldi geva eina fløgu út í allarseinasta lagi á sínum 60 ára føðingardegi.

– Eg valdi nøkur løg hjá mær út, sum eg helt mest sannlíkt kunnu halda til tíðarinnar tonn, og so fór eg undir at spara pengar saman fyri at hava nóg mikið til at spæla tónleikin inn fyri. Tá tað nú endiliga skuldi vera, vildi Elin fegin gera eina fløgu við øllum, hon hevði droymt um – kóri, strúkarum, blásarum osfr., so hon visti, at tónleikurin fór helst at vera kostnaðarmikil at framleiða.

Gott samstarv við Finn Hansen
Fyri einum góðum hálvum ári síðani metti hon seg at hava spart nóg mikið upp til, at tað fór at kunna lata seg gera, og ringdi so til Finnur Hansen fyri at gera avtalu um tíð í upptøkuhølunum hjá honum.

– „Tað var uppá tíðina“, svaraði hann bara, sigur Elin og flennir. – Finnur og eg hava samstarvað fyrr, m.a. hevur Finnur spælt konsertir saman við NALJA, og var tøkningur á symfonisku útgávuni av „Eitt dýpi av dýrari tíð“, umframt tøkningur á útgávuni „Yndisløg“, og vit hava altíð havt eitt gott samstarv. Tey gjørdu avtalu um at byrja fyrstu upptøkurnar í februar í ár við Finni sum tøkningi og viðframleiðara. Haraftrat hava tey bæði skiftst um at gera útsetingar til ymisk ljóðføri á útgávuni.

– Eg vildi fegin sjálv so vítt gjørligt framleiða og leggja mína egnu útgávu til rættis og gera útsetingar fyri kór, strúkarar, horn o.a., sigur Elin. – Men samstundis visti eg, at Finnur hevur so ómetaliga nógv fleiri royndir við tónleikaframleiðslu enn eg, so sjálvsagt fór eg at lurta væl eftir hansara góðu ráðum eisini. Og so er hann jú eisini ein framúrskarandi tónleikari, so býttari var eg, um eg ikki tók ímóti hansara kreativa íkasti. So vit funnu eitt gott arbeiðsbýti, haldi eg, har vit hava gjørt alt í sátt og semju. Finnur hevur verið ein fantastiskur viðspælari og ein sannur tónlistagandakallur.

Stóra virðing fyri tónleikarunum
Elin heitti eisini á aðrar dugnaligar tónleikarar, har av fleiri av teimum kendu nógv løg hjá henni frammanundan, tí tey hava spælt konsertir saman seinastu árini. Teir vóru fúsir at vera við í verkætlanini og spældu grundleggjandi ljóðførini inn – trummur, bass, gittar og ljómborð. Síðani vóru útsettir frammanundan og spældir inn eftir nótum, meðan annað er improviserað.

Elin greiddi frá, hvønn stíl, hon ynskti, tey skuldu leggja seg eftir í hvørjum lag, og so fingu tónleikararnir annars rímiliga fríar ræsur til at gera egnar tulkingar við sínum egna ljóðføri.

– Eg havi sera stóra virðing fyri hesum serstakliga dugnaligu fólkunum, so sjálvsagt lat eg tey sleppa at spæla soleiðis, sum tey duga best – so nógv betur enn eg nakrantíð kundi gjørt tað, so eg havi fingið ómetaliga nógv forerandi. Men eg vildi fegin hava síðsta orðið, tá tað kom til tað meira yvirskipaða, so sum akkordval, stíl, rútmu, tempo, klang o.a. Finnur og allir hinir tónleikararnir eru serstakliga professionell, øll somul, og hava dugað sera væl at raka tann stílin og tað huglagið, eg fegin vildi hava.

Funnu uppá somu mynd til húsan
– Eg hevði sjálv gjørt eitt uppskot til fløguhúsa við eini tekning hjá nøkrum nýsælendingum, sum vóru í Føroyum í fjør og teknaðu myndir. Eg heitti á grafikaran Hans Juul Nystrøm Hansen um at seta húsan upp. Tað løgna var, at áðrenn eg vísti Hans Juul mítt uppskot, hálaði hann eina mynd fram, sum hann helt fór at hóska seg væl til húsan. Eg var púra tikin á bóli, tá eg sá, at hetta var akkurát sama mynd, sum eg hevði brúkt í mínum uppskoti, uttan at hann vitsti av tí! So tað má næstan hava verið meiningin, at tað skuldi vera júst hendan myndin.

– Øll, sum eg havi heitt á og biðið um at geva sítt íkast, hava verið ótrúliga jalig og hava givið seg av fullum huga í verkætlanina, so tað hevur verið ein sonn fragd at arbeiða saman við øllum og við útgávuni sum heild allan vegin ígjøgnum. Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg endiliga kann leggja úrslitið fram – eina fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 av mínum egnu løgum.

Fløgan kemur á marknaðin leygardagin 7. juli 2018, men almenningurin hevur longu havt møguleika fyri at hoyra tvey stakløg áðrenn, tí 22. juni kom fyrsta staklagið frá fløguni út. Talan var um lagið „Søti mín“. Og vikuna eftir 29. juni varð so annað staklagið slept við heitinum „Tú vart altíð har“.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo