Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur 2 konsertir sunnudagin 9. juli.

Tann fyrra er í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl. 16.00, og hin seinna er í Gøtu kirkju, kl.19.00.

Kórið fer at framføra tey verk, sum kórið hevur arbeitt við síðsta árið, og sum kórið fer at framføra í RIGA seinni í Juli mánaða, har kórið fyri fyrstu ferð skal luttaka í EM fyri kór.

Talan er m.a. um kórverk eftir: Sunnleif Rasmussen, Símun Hammer, René Clausen, Felix B. Mendelsohn, Branko Stark, Kim A. Arnesen, Peder Larson, Palestrina, Stacey V. Gibbs, v.fl.          

So áhoyrararnir vilja uppliva eina  skrá, ið er samansett av sera flottum rútmiskum og klassiskum verkum (nýggjari og eldri).

Konsertirnar eru ókeypis, men tað er kostnaðarmikið at reka eitt slíkt kór, og tí verður møguleiki at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum eftir konsertina.

Eftir konsertina í Gøtu verður eisini høvi at heilsa uppá kórið saman við einum drekkamunni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo