40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá tað stýrda gekkahjólið varð snarað á teir røttu koordinatarnar, varð greitt hvør hevði vunnið stóra tilfeingisgekkin.

Serliga væl kom tað við hjá teimum, sum frammanundan sótu fjálgt og gott.

Onkrar leivdir av menningarkvotunum vóru verandi aktiv í økjunum, og tað er hóast alt gott. Kendist eitt sindur sum tá tað regnar á prestin…

Ein fiskur er tó eftir at hagreiða her. Sjálvandi skulu reiðararnir rinda fyri tilfeingið, og ikki manningin. Hesi viðurskifti skulu fáast uppá rættkjøl í eini komandi samgongu.

Samstundis hava skip og virkir, sum liva av at fiska og arbeiða botnfisk, havt avbjóðandi dagar. Seiggið er tó ikki til gremjan, tó at hjá mongum er róðurin tungur.

Ikki ber til at ganda fisk til vega, men lítið er at ivast í russiska nærveran á føroyskum fiskileiðum, hevur størri ávirkan á stovnar okkara, enn gott er. Her má takast annað skinn um bak við eftirlitinum, ella saðlast heilt av nýggjum.

Hin polittiski fiskurin er teir 32 tímarnir í fiskavirkisskipanini.

Serliga um so er, at útlendsku gestirnir hava fyrimun av “snar leið” skipanini.

Tá er neyðugt at hjálpa arbeiðsmarknaðinum til eina rættvísari skipan.

Teir 32 tímarnir, skulu gerast 37!

Tá so væl hevur ligið fyri at snara stóra gekkapottin á tey fáu, eigur at bera til at snara gekkin tvey hakk, til tey mongu knáu.

Set krossin á trygga grund!

Páll á Reynatúgvu

Løgtingsmaður

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo