Sosiali miðilin Twitter hevur tikið tað óvanliga stig at ávara brúkaran um sannleiksvirði í einum boðum sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sent út.
Forsetin skrivar í boðunum, at tað er ongin ivi um, at brævatkvøður elva til valsvik. Men Twitter ger í einum bláum bredda við rópitekni undir boðunum hjá forsetanum vart við, at ein eigur at leita sær veruligar upplýsingar um brævatkvøður. Víst verður til ein annan tekst, har sagt verður, at uppáhaldið hjá forsetanum er skeivt.
Donald Trump svarar, at hetta er at skerja talufrælsið, og tað fer hann ikki at góðtaka
- Twitter blandar seg nú í forsetavalið 2020, skrivar forsetin.
There is NO WAY (ZERO!) that Mail-In Ballots will be anything less than substantially fraudulent. Mail boxes will be robbed, ballots will be forged & even illegally printed out & fraudulently signed. The Governor of California is sending Ballots to millions of people, anyone.....
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) May 26, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo